Tað boðar løgreglan frá á tíðindafundi sambært miðlinum Westfalenpost.
Borgarstjórin úr Javnaðarflokkinum varð stungin fleiri ferðir í íbúð síni í gjár í býnum Herdecke í statinum Norðurrhein-Vestfalia. Hon verður nú søgd at vera uttan fyri lívsvanda.
Borgarstjórin hevur sjálv víst á dóttrina sum gerningsmannin.
Bæði 15 ára gamli sonurin hjá Stalzer og 17 ára gamla dóttirin eru afturhildin av løgregluni. Enn dugir løgreglan ikki at siga nakað um, hvørt sonurin er við - hvørki sonurin ella dóttirin eru avhoyrdir enn.
Sambært løgregluni eru eingi prógv fyri, at kníválopið er politiskt motiverað.