Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagar hennara í Ringkøbing spældu í kvøld áttandapartsfinalu í donsku steypakappingini.
Í dysti á heimavølli móti Ringkøbing leggja rygg til eitt 24-39 stórtap fyri Ikast. Í steðginum var arbeiðið hjá Ikast mest sum liðugt. Tá var útiliðið á odda 22-11.
Rakul avrikaði tó væl í kvøld. Hon bjargaði 11 av 33 málroyndum, meðan kappingarneytin, Stephanie Christensen bert bjargaði tveimum av 14 málroyndum.
Rakul og liðfelagarnir sleppa ikki av við Ikast. Tí leygardagin klokkan 13 spælir Ringkøbing dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti júst Ikast.