Tað var ein vánaligur hondbóltsdystur. Rætt og slætt.
Tað hugsa klaksvíkskvinnur neyvan um í dag. Nú hava tær fyrimunin. Stjørnan kann vinna føroyameistaraheitið í vikuni á heimavøllinum í Klaksvík.
Tað bygdu skrokkin til frálíka útgangsstøðið í gjár. Tað var við bit og slit, at tær vunnu. Eitt mál skilti liðini. Úrslitið var 22-21. Dysturin var vánaligur. Liðini framdu óvanliga nógv mistøk. Tað var lítið bit í álopsspælinum. Tað var týðiligt, at týdningurin av dystinum, at meistaraheitið stendur upp á spæl, merkti spælararnar. Tað eyðkendi dystin, at flestu spælararnir spældu illa.
Jacklin í hopla
Tað var serliga ein, sum skaraði burturúr í gjár. Jacklin Durhuus var stórspælandi. Hon skeyt átta mál, og stríddust væl í verjupartinum. Umframt hana, spældi Durita Christophersen, Stjørnan, væl. Tað var lítið um hinar. Barbara Brauer, sum hevur verið millum tær bestu í hesum kappingarárinum, var mansvard beinanvegin, og Neistin hevði einki annað at dúva uppá, uttan dirvið hjá Jacklin Durhuus.
Munurin var lítil og eingin. Liðini togaðust um leiðsluna allatíðina – og Stjørnan var akkurát omaná tá avtornaði.
Alt at vinna
Neistin hevur alt at vinna hósdagin. Neistakvinnur skulu vinna fyri at halda lív í vónini at vinna føroyameistaraheitið. Uppgávan hjá venjaranum, Birgir Hansen, er nú at syrgja fyri, at spælararnir eru ikki eins fjálturstugnir sum hesaferð. Tað ræður um at hava neyðuga tolið. Kanska tær lærdu av dystinum hesaferð.