1.200 hava nú atgongumerki

Forsølan av atgongumerkjum á heimasíðuni hjá FSF endar nú klokkan 14 í dag, og Ísak Mikladal, aðalskrivari sigur, at áhugin hevur verið á eini leið.

- Føroyingar keypa sjáldan tað stóra í forsølu, men nakað er farið, og íroknað atgongumerkjunum, sum serbar og tí, sum FSF hevur til egna nýtslu, eru vit nú uppi á 1.200 áskoðarum.

 

FSF hevur annars lækkað atgongumerkjaprísin heilt fitt til landsdystirnar í ár. Soleiðis er prísurin fyri børn nú 20 kr., og lítil ivi er um, at nógvir ungir fótbóltsfjepparar vilja sleppa at síggja eitt nú Nemanja Vidic, sum helst er størsta stjørnan á liðnum hjá Serbia.