1. deild: ÍF skelkaði FC Suðuroy vesturi á Eiðinum

EB/Streymur vann ein hart tiltrongdan sigur í Gundadali

Jógvan á Lakjuni skoraði tvey tey fyrstu málini í 4-1 sigrinum hjá ÍF á FC Suðuroy vesturi á Eiðinum. Mynd: ÍF

Tríggir dystir vóru leiktir í 1. deild hjá monnum í dag.

 

Vesturi á Eiðinum var FC Suðuroy fyri fyrsta tapinum, tá teir heldur óvæntað taptu stórt 1-4 fyri ÍF, ið ikki hevur havt ein góðan fyrsta triðing í kappingini.

 

Jógvan á Lakjuni skoraði tvey tey fyrstu málini áðrenn Salmundur Bech svaraði aftur, og fekk spenning í aftur uppgerðina. Men Atli D. Petersen og Ruben Møller Nielsen við brotssparki syrgdu fyri, at ÍF vann ein trivaligan útisigur. 

 

EB/Streymur, ið bert hevði trý stig undan dagsins umfari vann 2-1 á B36 í Gundadali, og á heimavølli vann NSÍ seg uppum niðurflytingarstrikuna við 2-0 sigri á HB. Benadiktus Olsen syrgdi fyri báðum málunum hjá NSÍ. 

 

FC Suðuroy-ÍF 1-4 (0-1)

 

0-1 Jógvan á Lakjuni (31.)

 

0-2 Jógvan á Lakjuni (54.)

 

1-2 Salmundur Bech (73.)

 

1-3 Atli D. Petersen (75.)

 

1-4 Ruben Møller Nielsen, br. (88.)

 

B36-EB/Streymur 1-2 (1-0)

 

1-0 Rani Berg í Soylu (28.)

 

1-1 Hannus Eiðisgarð (46.)

 

1-2 Kristian Svabo Eliasen (55.)

 

HB-NSÍ 2-0 (2-0)

 

1-0 Benadiktus Olsen (5.)

 

2-0 Benadiktus Olsen (25.)

 

Kelda: dystir.fo

 

NrLIÐ:        
1.FC Suðuroy 25 stig        
2.Víkingur 20        
3.B71 19        
4.B36 14        
5.ÍF 13         
6.TB 11        
7.NSÍ 9        
8.HB 8        
9.FC Hoyvík 7         
10.EB/Streymur 6 stig        

 

 

 

Jógvan á Lakjuni skoraði tvey tey fyrstu málini í 4-1 sigrinum hjá ÍF á FC Suðuroy vesturi á Eiðinum. Mynd: ÍF