Bátastevnan endaði í brummuni

Hjá tveimum monnum endaði tað, sum skuldi vera ein hugnalig stevna, í brummuni

Sambært samdøgurfrágreiðingini hjá løgregluni, so var gott lag og gott skil í hjá teimum, sum vóru á bátastevnu í Vestmanna. Men tó so vóru tað tríggir mans, sum ikki skikkaðu sær eins væl og øll hini. Ein varð burturvístur av staðnum, meðan løgreglan tók hinar báðar við sær til Havnar, har teir vóru settir í brummuna.

Teir fingu báðir bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Annar teirra kvitteraði við at kasta mat eftir løgregluni, og tað fær hon so eisini eina skuldseting fyri. Tað málið endar í rættinum, har slíkt brot vanliga gevur ein treytaðan dóm.

Vaktleiðarin sigur, at menninir høvdu drukkið ov nógv, og at tað uttan iva var orsøkin til at teir ikki dugdu sær hógv.