VIDEO: Andrass skoraði í heimatapi hjá Fremad Amager

(Video) Her eru málini frá dystinum Fremad Amager-Ishøj 1-2 (1-1)

Andrass Johansen var við frá dystarbyrjan, tá Fremad Amager í dysti í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini tók ímóti Ishøj.

 

Andrass skoraði hegnisliga úr stuttari fjarstøðu, tá bert fimm minuttir vóru leiktir av dystinum. Men Ishøj svaraði aftur beint undan steðginum, og í seinna hálvleiki tryggjaði Ishøj sær øll trý stigini við einum eitt sindur óvæntaðum 2-1 útisigri.

 

Fremad Amager er tó framvegis greitt oddalið við 39 stigum. Teir eru fýra stig frammanfyri VSK Aarhus, ið hevur 35 stig.

 

Komandi leygardag klokkan 12.30 møtir Fremad Amager júst VSK Aarhus á útivølli í triðseinasta dystinum hetta kappingarárið.

 

HER ber til at síggja málið hjá Andrassi, og tey bæði málini Ishøj skoraði í dagsins dysti:

 

##med2##