Føroyar tryggjaðu sær HM-endaspælið í hondbólti

Føroyska A-landsliðið í manshondbólti hevur skrivað søgu og fyri fyrstu ferð tryggjað sær luttøku í einum HM-endaspæli

Gongdin í hondbóltslandsdystinum móti Bosnia Hersogovina Við Tjarnir í kvøld vendi púrasta í seinna hálvleiki, og nú dysturin júst er lokin, sigur máltalvan, at Føroyar vunnu ein tryggan 33-28 sigur.

 

Hálvleiksstøðan var annars 17-15 til Bosnia Hersogovina.

 

Í útidystinum í Bosnia vunnu Føroyar við tveimum málum, og tískil hevur hondbóltslandsliðið vunnið sínámillum dystin við sjey málum samanlagt. 

 

Hetta er flott, og við úrslitinum í kvøld hevur føroyska manslandsliðið í hondbólti aftur skrivað søgu, tí hetta er fyrstu ferð, at vit hava tryggjað okkum luttøku í einum HM-endaspæli í hondbólti.

 

Óli Mittún og Hákun Vest av Teigum saman við fleiri á føroyska A-landsliðnum spældu ein kanóndyst, og serliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað væl hjá føroyska A-landsliðnum.

 

Tað, sum ikki sá so gott út í fyrra hálvleiki, eydnaðist so mikið betur í seinna. Verjan stóð nú væl betur, og málmaðurin hevði fleiri bjargingar.

 

##med2##

 

Seinni hálvleikur var ikki gamal, tá føroyska A-landsliðið byrjaði at tevja ein samanlagdan sigur og soleiðis eisini HM-luttøku.

 

Dreymurin um HM-endaspæl er nú veruleiki við fantastiska og sannførandi úrslitinum Við Tjarnir í kvøld.

 

##med3##