1. mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna

Altjóða verkafólkadagurin tann 1. mai verður hildin á Reyða Torginum í Vestmanna mikudagin kl. 16.

Hetta er tíggjunda ferðin vit halda 1. mai í Vestmanna, síðan byrjað varð í 2014. Tað ringasta korona-árið fór burturímillum.

 

Røðarar hesaferð verða Beinta Klakstein, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, Uni Arge, rithøvundur og Uni holm Johannesen, løgtingsmaður.

 

Vestmanna Hornorkestur spælir Internationala, Tjóðsangin og einar tveir aftrat.

 

Eftir fundin á Reyða Torginum bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag ein drekkamunn og hugnaprát í felagshølunum beint við.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Vit sum fyriskipa eru Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag.