Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava tíggju føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2017. Tvær av hesum verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum. Tað skrivar Gransking.fo í dag.
21. apríl vardi Jóhanna Martina Petersen, lækni, ph.d.ritgerð sína á Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast: "Prevention of ulcer-complications related to NSAID/Aspirin by using a CDSS - a Randomised clinical trial in General Practice".
5 . mai vardi Heini í Skorini ph.d.-ritgerð sína á King’s College, University of London. Ritgerðin kallast: ”Human Rights Language as a Double-Edged Sword: Examining the Clash on Freedom of Expression and Defamation of Religions in the UN System”. Hon er fíggjað úr Granskingargrunninum.
Í juni 2017 vardi Magda Lambaa Altinok, lækni, ph.d.ritgerð sína við Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast: "Quality of life, mental and physical health in polycystic ovary syndrome".
24. august vardi Sólvá Káradóttir Eliasen ph.d.-ritgerð sina á Fróðskaparsetrinum, Ritgerðin kallast: "Primary production on the Faroe Shelf – Spatial and temporal variations with links to hydrography".
22. september vardi Christina Solmunde Michelsen ph.d.ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast “John the Baptist’s Public Ministry in Lk 3:1-20: Is Luke a Writing Reader of Matthew?”.
13. oktober vardi Katrin Hoydal ph.d.ritgerð sína við NTNU. Ritgerðin kallast "Levels and endocrine disrupting effects of legacy POPs and their metabolites in long-finned pilot whales of the Faroe Islands". Hon er stuðlað úr Granskingargrunninum.
9. november vardi Pauli Fríðheim Petersen ph.d.-ritgerð sína á DTU. Ritgerðin kallast: “Early Warning of Cascading Outages in Electric Power Systems”.
17. november vardi Kalpana Vijayavarathan ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Hon hevur verið dupult innskrivað á Fróðskaparsetrinum og á Aarhus Universitet. Ritgerðin kallast: ” Teacher cognition of grade 8 teachers on teaching speaking in English as a foreign language in The Faroe Islands and its impact on teachers’ pedagogical praxis: seven case studies.”
17. november vardi Arndis Simonsen, ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet. Ritgerðin kallast “Social Influence: Imitation and Conformity in Schizophrenia.”
7. desember vardi Hallur Mortensen ph.d.-ritgerð sína við Durham University í Onglandi. Ritgerðin kallast ”The Baptismal Episode as Trinitarian Narrative: Proto-Trinitarian Structures in Mark's Conception of God.”
Les meiri um persónarnar og ritgerðirnar á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.