10 føroysk mál í teprum sigri hjá Fram á útivølli

Fram er tvey stig frá oddinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Vilhelm Poulsen skoraði seks mál fyri Fram í kvøld (Mynd: Vísir)

Vilhelm Poulsen skoraði seks mál fyri Fram í kvøld (Mynd: Vísir)

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Vilhelm Poulsen skoraði seks mál uppá 13 málroyndir og Rógvi Dal-Christiansen skoraði fýra mál uppá fýra málroyndir tá lið teirra, Fram vann 27-25 útisigur á Víkingi. Tá tveir minuttir vóru eftir var støðan 25-24 til Fram, og við m.ø. einum brotskastsmáli hjá Vilhelmi eydnaðist tað Fram at fáa eina 27-24 leiðslu áðrenn Víkingur fekk svarað aftur við einum máli. Í steðginum var Fram á odda 14-10, og eitt skiftið var Fram á odda 16-10, men nærri enn einum máli á muni kom Vìkingur ikki.

 

Komandi fríggjakvøld taka Vilhelm og Rógvi og hinir í Fram móti Dánjali Ragnarssyni og hinum í ÍBV.

 

Føroyingaliðið á Akureyri, KA tapti á heimavølli stórt 26-35 fyri Vali, ið er eitt framúr sterkt lið. Tað eydnaðist hvørki Allani Norðberg ella Pæturi Mikkjalssyni at skora fyri KA í kvøld. Nicholas Satchwell hevði fimm bjargingar í málinum hjá KA. Longu í steðginum var Valur á odda 16-8.

 

Komandi fríggjakvøld spælir KA útidyst móti FH á Hafnarfjørðinum. 

 

Stigatalvan er munandi hugaligari lestur hjá føroyingunum í Fram enn hjá føroyingunum í KA: 

 

Valur5 dystir146:11210 stig
Stjarnan4121:1078
Fram5134:1258 stig
Haukar5146:1307
ÍBV4112:1106 stig
FH5133:1246
Afturelding4117:1164
KA5132:1434 stig
Selfoss5116:1342
Grótta5121:1331
HK4100:1160
Víkingur5113:1410

 

 

 

Vilhelm Poulsen skoraði seks mál fyri Fram í kvøld (Mynd: Vísir)

Vilhelm Poulsen skoraði seks mál fyri Fram í kvøld (Mynd: Vísir)