Fyrsti regluligi fundur í mentanarnevndini hjá Eysturkommunu eftir summarsteðgin var mánadagin, tá nevndin eisini var á rundferð í Leirvík fyri at kunna seg nærri um viðurskiftini á trimum søguligum støðum, sum arbeitt verður við.
- Byrjað varð við Bønhústoftina í Leirvík, har gingið varð eftir nýggju gøtuni, sum er løgd rundan um hana, samstundis sum atkomiligheitin frá vegnum er tryggjað. Arbeitt hevur verið í eina tíð við at fáa hetta fornminni meira sjónligt og atkomiligt.
Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag, og her verður dentur lagdur á, at alt er gjørt í samstarvi við Tjóðsavnið.
- Lendisarbeiðið varð liðugt beint fyri summarfrítíðina, og í næstum verður bonkur settur upp í økinum, eins og ein kunningartalva, sum skal greiða eitt sindur nærri frá um hetta serstaka fornminni, sum vit eiga í Leirvík.
Mentanarnevndin umrødd eisini, hvussu bygdafólkið nú fær enn størri gleði av Bønhústoftini, og hvussu hon við gøtum kann knýtast enn betur saman við øðrum vitjanarverdum støðum í bygdini.
- Í hesum sambandi varð eisini umrøtt, hvørjir møguleikar nú harumframt eru at brúka hetta økið meira í ferðavinnuhøpi.
Síðani varð farið til Gamla skúla, sum umframt at vera fyrsti skúlabygningur í Leirvík frá 1883, eisini hevur tænt sum Losja og sum savningarstað eina tíð, tá missiónin byrjaði sítt virksemi í bygdini.
- Hugt varð eftir hølunum og serliga loftinum, sum nú eisini er sett í stand, og mett varð um ymiskt, sum hølini kunnu brúkast til innan mentanarøkið.
##med2##
Mentanarnevndin hugdi eisini nærri at uttanumøkinum, nú samtykt er at gera vesibygning. Peningur er játtaður til endamálið, so nú líður væl, til Gamli skúli veruliga kann koma til regluliga nýtslu aftur, nú heystið nærkast.
At enda vitjaði mentanarnevndin í økinum kring útgrevsturin á Toftanesi, tí tað er eingin loyna, at her treingir til at skipa atkomiligheitina betri, bæði fyri fólk til gongu og fólk, sum koma við bili ella bussi.
- Hugt varð at ymisku matriklunum í økinum, gøtum, virksemi, parkeringsmøguleikum og øðrum.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at nevndarlimir í mentanarnevndini og skrivari skiftu orð um staðbundna mentanararvin, og hvussu bæði vit sjálvi og gestir í bygdini betur kunnu fáa gleði av slíkari mentanarligari perlu, tá praktiskir batar eru framdir.
- Semja var um, at nógv ymiskt týdningarmikið virksemi er í økinum og um, at hesin parturin av Leirvíkar bygd nú eigur at verða raðfestur sum øki.
Samanumtikið halda tey í mentanarnevndinii, at hetta var ein áhugaverd og kveikjandi kunningarferð gjøgnum søguligar perlur í Leirvík, har dentur varð lagdur á at bøta um ymiskt, sum vantar í, so mentanararvurin kann vera til enn størri gleði og gagn.