10 nýggir spælarar í Gundadali

Tað endaði málleyst, tá ið árstalsfeløgini tíðliga í fjør brustu saman í Gundadali

Fyri toftamenn er tað eitt gott minni, og fyri tey í B36 er tað eitt ikki so gott minni. Í fjør var B68 nýtt lið í bestu deildini. Í triðja umfari var tað góð ábending um, at tað kanska ikki fór at verða so vónleyst at varðveita plássið í bestu deildini, sum tað undan kappingarbyrjan varð spátt um.

 

Tað endaði málleyst. Tey í B68 fegnaðust um eitt vunnið stig, og tey í B36 vóru vónbrotin, nú tey kendu seg hava mist tvey stig.

 

Seinnapartin fær B36 aftur vitjan av B68.

 

Felags fyri bæði liðini er, at fleiri skiftingar eru gjørdar síðani í fjør. Tilsaman eru 10 nýggir spælarar í hópunum hjá B36 og B68. Venjararnir eru teir somu. Dan Brimsvík hevur ábyrgdina av B36, og Øssur Hansen hevur ábyrgdina av B68.

 

Nýggir spælarar í B36 eru gomlu kenningarnir Símun Sólheim og Michal Przybylski og Magnus Egilsson og Thor Høholt.

 

Nýggir spælarar hjá B68 eru Sebstian Lau, Pedro Anton, Niels Jensen, Boubacar Dabo, Aidan Liu og Gilli Samuelsen, sum er fluttur úr júst B36 og inn á Toftir.

 

Hjá B68 er Tonni Thomsen leikbannaður, tí hann í síðsta umfari í fjør, tá ið B68 vann á útivølli ímíti EB/Streymi, sá reytt. Lukasz Cieslewicz hevur higartil í ár verið so illa darvaður av skaða í rygginum, at hann ikki hevur vant. Andri Benjaminsen hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum.

 

Hjá B36 er Andrias H. Eriksen langtíðarskaddur, og tað er ivasamt, hvussu tað verður við Bjarna Petersen, sum seinastu vikurnar hevur verið darvaður av vøddaskaða.