10 prosent omaná vektgjaldið

3.viðgerð er í morgin av uppskotinum, sum fer at hækka vektgjaldið við 10 prosentum

Tað fer at verða 10 prosent dýrari í vektgjaldi at eiga ein vanligan bil.

Uppskotið um broytinganar fær 3.viðgerð í tinginum í morgin og meirlutin í vinnunevndini tekur undir við uppskoti landsstýrisins um at hækka gjaldið.

Grundgevingin er, at vektgjaldini ikki eru farin upp seianstu 10 árini - og hetta er ein møguleiki at fáa meira inn í landskassan. Skattagrundarlagið hækkar.

Minnilutin í fíggjarnevndini er ímóti uppskotinum.  Tey siga, at hetta bert er ein aprtur av avgjaldspakkanum hjá samgonguni, sum er við at gera tað truplari at liva í Føroyum - og er at forða fyri, at góða gongdin í samfelagnum heldur fram.