Danmark vil brúka meira pengar til verju

Tað segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, tá hon kom til litaviska høvuðsstaðin á toppfund í morgun

 

 

 

Danska stjórnin stuðlar einum nýggjum máli, sum verjusamgongan Nato hevur sett sær.

 

Hetta segði danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, tá hon kom á toppfund í litaviska høvuðsstaðnum Vilnius í morgun.

 

Málið er, at limalond skulu brúka 3,5 prosent av sínari bruttotjóðarúrtøku til verju, umframt 1,5 prosent til aðrar trygdaravbjóðingar.

 

Millum luttakararnar á toppfundinum er eisini norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.

 

Á toppfundinum eru norðurlendskir ríkis-og stjórnarleiðarar, umframt leiðarar úr baltisku londunum og sameindir hjá Nato í Eysturevropa.

 

Toppfundurin í Vilnius verður hildin frammanundan Nato-toppfundinum, sum verður í Haag seinni í hesum mánaðinum.

 

Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, hevur sagt seg vænta, at limalondini fara at semjast um at brúka tilsamans fimm prosent av bruttutjóðarúrtøkuni til verju.

 

- Hetta er eisini í tráð við tað, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, krevur av Nato-limalondunum, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.