10 vilja verða sterkast í Føroyum

Bátar skulu lyftast, bilar togast og dekk skulu koppast, tá tíggju sterkir føroyingar kappast um rættin at rópa seg Føroya sterkasta. Eftir steðg í fleiri ár, varð kappingin um at gerast sterkasti maðurin í Føroyum hildin á heysti í fjør, tá Heri Vestergaard úr Sumba var tann stinnasti í eini fullsettari ítróttarhøll á Hálsi í Havn.

Høllin á Hálsi er eisini karmur um kappingina hesaferð, og verður hon altso hildin tann 23. juli klokkan 18.30. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu í Kunningarstovuni í Havn ella í Yndi Fitness.

Á skránni eru seks kappingar, og teir tíggju luttakarnir hava seinastu mánaðirnar vant í høllini hjá Havnar Timburhandli, soleiðis at teir ikki eru heilt ókunnugir við tungu tøkini, sum skulu takast.

Teir tíggju, sum hava boðað frá luttøku, eru:

Sámal J Hansen

Bogi Hammer

Símun Arge

Jákup Súni Berg

Herman M Hermanssen

Gunnar Grækarisson

Finnur Poulsen

Jákup Petur Djurhuus

Torkil A Hansen

Óli Andresen

Heri Vestergaard, sum vann kappingina í fjør, verður ikki millum teirra, sum kappast hesaferð, og tí er greitt, at talan verður um nýggjan vinnara av kappingini.