100 ár síðan Finsen fekk Nobel heiðurslønina

Í dag, mikudagin 10. desember, eru liðin hundrað ár síðan Niels Ryberg Finsen fekk Nobel heiðurslønina í Fysiologi og Medisin.

Niels R. Finsen varð føddur í Havn 15. desember 1860. Foreldrini vóru: Johanne Sofie Formann, ið var donsk, og Hannes Finsen, ið var føddur í Reykjavík og gjørdist í 1858 fúti og seinni amtmaður í Føroyum.

Pápin, Hannes Finsen, var ein friðarligur og dugandi embætismaður, lítillátin, men heldur heilsuveikur. Mamman er søgd at hava verið bæði vøkur og yndislig, altíð blíoygd og glaðlynt, men hon doyði longu í 1864.

Niels livdi síni barnaár í Havn, til hann sum umleið 14 ára gamal, í 1874, var sendur til Herlufsholm í Danmark at lesa, men illa gekst, hugurin til at ganga í skúla var lítil og eingin. Hann kom heim aftur, og í 1876 bleiv hann sendur til Reykjavíkar, har hann bleiv studentur í 1882, sum 21 ára gamal.

Eftir tað var hann eitt skifti í Føroyum og fór síðan til Danmarkar at lesa til lækna. Í Keypmannahavn flutti hann sum føroyingur inn á Regensen og kom at búgva saman við fleiri seinni kendum føroyingum. Hugurin til bókina var kanska ikki av tí besta, betur dámdi honum allan ítrótt. Hann var tann fyrsti, sum í Keypmannahavn fór undir venjingar í fimleiki, og hann var framúr góður byrsumaður og vann fleiri kappinagr við riflu.

Á sumri 1890, tá hann var 29 ára gamal, fekk hann prógv sum lækni og fekk starv hjá professaranum í kroppsbygnaði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hetta starvið kom at eiga lívið í honum tey komandi árini og gjørdi, at hann seinni óbundin kundi fara undir ljósrannsóknirnar. Hann var av hegnigastu monnum og hansara gávur og sjáldsama tol komu væl við, tá hann seinni fór undir ljósviðgerðir sínar.

Hann fekk eina sjáldsama hjartasjúku sum so líðandi vant upp á seg og tey komandi árini tarnaði honum í hansara rannsóknararbeiði. Hann sigur sjálvur frá, at tað var hendan sjúkan, ið gjørdi, at hann fór at geva sólarljósinum gætur, hann kendi seg meira mentan, har sólin sá, og var hann samstundis varur við at flestu djórini leitaðu úr skugganum og út í ljósið. Hann sá at í sólarljósinum býr grøðandi megi, og hendan hugsanin búnaðist í honum til vissu, so hvørt rannsóknir hansara tóku seg fram.

Í desember 1892 giftist hann við Ingeborg Balslev, dóttir Ribe-bispin, ið kom at verða honum ein hollur stuðul.

Tað ið menn tá á døgum vistu um ljósið í sambandi við livandi hold var so at siga einki.

Fyrsta ritgerðin hjá Finsen um ljósið kom í 1893, og var hon eins og alt, ið hann lat úr hondum, sermerkt av skilvísari hugsan og so einfaldum royndum, at hvørt mansbarn skilir hana.

Næsta ritgerð hansara kom í 1895, og var hon um ljósið sum lívkveikara. Royndirnar hevði hann gjørt við ikki fullklaktum eggum undan froskdjórinum salamandri. Eisini gjørdi hann royndir við smádjórum, ið vanliga skíggjaðu ljós, til at vita hvat í ljósinum tað var, sum bar teimum ímóti. Hann nýtti t.d. reyðmaðkar, tvístertur og svartaklukkur. Koyrdi tey í kassa við ymiskt littum gløsum til lok og lat sólina skína á. Altíð sluppu djórini sær við miklum skundi undir reyðu gløsini, tí hesir ljósgeislar gjørdu minst um seg. Úr hesum einfaldu royndum fær Finsen tað hugskot, at í sólarljósinum er onnur megi enn ljós og hiti. Har eru eisini teir violettu sjónligu og ósjónligu geislarnir. Hann nevnir teir evnisbroytandi geislarnar, og tað er um hesar geislar, at alt lívsyrki hansara síðan snýr seg um.

Ongantíð misti Finsen úr eygsjón tað, ið hann sjálvur av fyrstan tíð hevði lagt mestan dentin á - heilsubótarmegina í ljósinum. Eisini eydnaðist tað honum at fáa í lag "ljósbað Finsens", tey kalla, hóast hann ikki kom at liva nóg leingi til at rannsaka hetta til fulnar. Fólk sum høvdu sjúkuna "Lupus Vulgaris", ið var ein hervilig húðsjúka, blivu lekt av ljósinum. Nú á døgum eru tað fá sjúkrahús, sum ikki nýta ljósið til viðgerðir av ymsum sjúkum.

10. desember 1903 fekk hann Nobelheiðurslønina í Fysiologi og Medisin. Árið eftir, tann 24. september 1904, andaðist Niels Ryberg Finsen, bert 43 ára gamal.

Í Føroyum hava vit ein minnisvarða um Niels R. Finsen við inngongdina til húsini hjá Ríkisumboðnum í Laðabrekku í Havn.

Kelda: Gluggin, Hans Debes Joensen