100 ár síðani Danmark spældi sín fyrsta landsdyst

Í gjár vóru liðin 100 ár síðani danska fótbóltslandsliðið spældi sín fyrsta altjóða skrásetta landsdyst. Misjavnt hevur gingið hesi 100 árini, men Danmark hevur sanniliga eisini góð úrslit at vísa á. Serliga fyrst og síðst í 20. øld.

Fótbóltur

 

Danska fótbóltssambandið, Dansk Boldspil Union - DBU - er millum tey elstu fótbóltssambondini í heiminum. DBU varð stovnað í 1889, og var DBU millum tey fótbóltssambondini, sum stovnaðu altjóða fótbóltssamgonguna, FIFA tann 21. mai í 1904.

Kortini spældi Danmark ikki sín fyrsta altjóða skrásetta landsdyst, fyrr enn tann 19. oktober í 1908. Talan var um ein dyst í olympisku fótbóltskappingini í London, og sigast má, at danir høvdu eitt sterkt lið tá. Fyrsta altjóða skrásetta dystin, sum var ein olympis fjórðingsfinala ímóti Fraklandi »B« vunnu danir 9-0, aftaná hálvleiksstøðuna 4-0. Niels Middelboe fekk æruna at skjóta fyrsta skrásetta landsliðsmálið hjá Danmark. Danmark møtti Fraklandi »A« í hálvfinaluni, og her gjørdist talan um ein knúsandi 17-1 sigur til Danmark, sum enn tann dag í dag er danskt met. Sophus »Krølben« Nielsen skeyt heili 10 mál í hesum dystinum, sum somuleiðis er met.

Tað nærmasta eitt danskt landslið í nýggjari tíð hevur verið at sláa metið, varð tann 23. august í 1967, tá Danmark á gomlu Ítróttarparkini í einum venjingardysti vann heili 14-2 í Ìslandi. Danmark vann silvur á olympisku leikunum í 1908. Í finaluni taptu teir 2-0 ímóti Stóra Bretlandi. Danmark hevði eitt gott landslið um hesa tíðina, og tá olympisku leikirnir vóru í Stokkhólmi í 1912, tá møttust Danmark og Stóra Bretland aftur í finaluni. Aftur hesaferð lá Stóra Bretland omaná, talan gjørdist um ein 4-2 sigur á hesum sinni.

 

Aldargamalt met fer at falla

Í tíðarskeiðnum millum 1910 og 1925 setti danski landsliðsspælarin, Poul »Tist« Nielsen eitt sjáldsamt met. Í bert 38 landsdystum – tað var ikki so títt millum landsdystirnar tá – skeyt Poul “Tist” Nielsen heili 52 mál. Bara í tí eina dystinum, tá Danmark vann 10-0 á Svøríki skeyt Poul »Tist« Nielsen seks mál.

Skjótt aldargamla metið stendur skjótt fyri falli. Jon Dahl Tomasson er í 102 landsdystum komin uppá 51 mál. Jon Dahl Tomasson var skaddur herfyri, so hann fekk ikki spælt við í HM-undankappingardystinum ímóti Malta í Parkini, men tað er ógvuliga sannlíkt, at Jon Dahl Tomasson tekur metið í 2009.

Ein annar kendur landsliðsspælari í Danmark hesa tíðina var Harald Bohr úr AB í Gladsaxe. Harald Bohr var bróðir tann kenda vísindamannin, Niels Bohr. Millum stuttligu søgurnar er, at Niels Bohr var í audiensi hjá Christian 10. kongi, og kongur helt, at hann tosaði við bóltsnillingin, Harald Bohr.

Tað var ímóti formligu etikettini at rætta uppá kong, men Niels Bohr kendi seg noyddan at siga við kong, at hann ikki var tann kendi danski landsliðsspælarin.

Annars vóru 1920-árini og 1930-árini ikki besta tíðarskeiðið hjá danska fótbóltslandsliðnum. Danmark reyk út í innleiðandi umfarinum í dysti ímóti Spania, tá olympisku leikirnir vóru í Antwerpen í 1920. Og satt at siga, so hevur Spania ofta plágað Danmark á fótbóltsvøllinum hesi 100 árini.

Hæddarpunktið hjá fótbóltsáhugaðum dønum í mong ár, var tann árligi landsdysturin ímóti arvafíggindanum, Svøríki, sum var uppá skift í londunum báðum.

 

Hitler og bronsa

1940’ini standa sum størsta paradoksið í danskari landsliðssøgu. 9. apríl í 1940 hertók Nazi-Týskland Danmark, og gjørdust tey næstu fimm árini ein óttafull tíð hjá dønum, um enn Danmark slapp betur frá krígnum, enn flest onnur lond, ið gjørdust partur av 2. heimsbardaga.

Danskir søgufrøðingar hava mangan hølvað táverandi leiðsluna hjá DBU av fyri teirra margháttligu avgerðir.

Á undrunnarverdan og løgnan hátt valdi leiðslan í DBU at samstarva við fótbóltssambandið hjá Nazi-Týsklandi, og spældi Danmark tveir landsdystir í 1940 og í 1941 ímóti landinum, sum hertók teir, og sum fór so illa við fólkunum í nógvum øðrum evropeiskum londum. Hesir báðir landsdystirnir standa fyri mangar danskar fótbóltssøgufrøðingar og landsliðsstuðlar sum svartasti kapitulin í danskari landsliðssøgu.

Men stutt aftaná kríggið fekk danskur landsliðsfótbóltur sína endurreisn. Danmark vann bronsu, tá OL var í London í 1948. Serliga minnilig var fjórðingsfinalan ímóti Italia, sum Danmark vann 5-3. Talan var um eitt brak av einum dysti, sum útvarpslegendan, Gunnar »Nu« Hansen eisini gav til kennar fyri mongu lurtarnar heima í donsku stovunum. Danmark møti arvafíggindunum úr Svøríki í hálvfinaluni. Svøríki vann 4-2, og kom í finaluna, sum teir vunnu 3-1 á Jugoslavia. Danmark møtti Stóra Bretlandi í bronsudystinum, og vunnu danir bronsukrónurnar við einum 5-3 sigri. Summir av teimum bestu donsku spælarunum, John Hansen og Carl Aage Præst gjørdust árini aftaná 1948 millum bestu yrkisspælarar í Seriu A í Italia.

 

Silvur og hálvfinala

Frá byrjan í 1908 og fram til 1971 hevði DBU ein ógvuliga løgnan politikk, tá tað kom til danska landsliðið. Eingin danskur spælari, sum livdi burtur av at spæla fótbólt slapp á danska landsliðið. Danska landsliðið skuldi bara verða mannað við amatørum. Avleiðingin av hesum var, at Danmark fekk nakrar ordans umgangir, tá teir møttu sterkum londum, sum Svøríki og Ungarn, og bleiv enntá talan um tap uppá 6-0 á heimavølli Ítróttarparkini.

Men danir hava hesi 100 árini altíð megnað at uppalt stór fótbóltstalent. Danmark kvalifiseraði seg til olympisku leikirnar, sum vóru í Róm í 1960. Danmark spældi seg tá til sína fjórðu OL-hálvfinalu í søguni. Danmark vann hesa minniligu hálvfinaluna ímóti Ungarn við 2-0. Málskjúttar vóru Henning Enoksen og Harald Nielsen, sum seinni kom at verða kendur, sum »Guld-Harald«, og gjørdi hann vart við seg, sum yrkisspælari í Italia.

Olympiska hálvfinalan varð millum teir fyrstu dystirnar, sum danir sóu beinleiðis í sjónvarpinum. Málverjin, Henry From gjørdist legendariskur hendan dystin. Ungarn fekk brotsspark, tá støðan var 1-0 til Danmark. Fyri at psyka ungarska brotssparksskjúttan, Varhidi út, so tók Henry From og klistraði tyggigummi´ið hjá sær á stongina. Varhidi gjørdist so í villareiði av hesum, at hann skeyt eitt miseydnað skot, sum From lættliga tók. Danmark tapti kortini 3-1 til Jugoslavia í finaluni.

Danmark var eisini við til olympisku leikirnar í 1972, har Allan Simonsen veruliga gjørdi vart við seg. Danmark kom tá víðari til millumumfarið.

Danmark lá til eitt pláss í olympisku kappingini í Seoul í 1988. Men Danmark var dømt at tapa ímóti Póllandi í OL-undankappingini, tí teir høvdu brúkt Per Frimann, sum hevði leikbann, og Vesturtýskland slapp tískil til Seoul. Per Frimann-málið er mest pínliga málið hjá DBU í nýggjari tíð.

Í 1962 og 1963 hevði Danmark eitt óvanliga heppið lutakast til EM-undankappingina, sum tá varð skipað eftir cup-leisti. Danmark møtti Malta í 1. umfarinum, Albania í 2. umfarinum, og Luksemburg í 3. umfarinum. Úrslitið var at Danmark kom í EM-endaspælið í Spania í 1964. Men her gjørdist mótstøðan ov sterk. Danmark tapti 3-0 ímóti Sovjetsamveldinum í hálvfinaluni, og í bronsudystinum tapti Danmark 3-1 ímóti Ungarn, aftaná longda leiktíð.

 

70-árini og 80-árini

Danska landsliðið náddi ikki so ræðuliga nógvum glæsuligum úrslitum í 1970-árunum, men kortini standa nakrir varðar. Í 1971 sleppa yrkisspælarnir loksins at spæla við Danmark aftur.

Tað sæst ikki nøkur framgongd fyrstu árini, men í 1976 eydnaðist tað fyri fyrstu ferð í 39 ár at vinna á Svøríki á útivølli, sum hevði risastóran týdning fyri danir tá, og í 1977 gjørdist Allan Simonsen ársins spælari í Evropa.

Í 1979 setur DBU Sepp Piontek í starv, og nú kemur broyting í. Í 1983 eydnast tað danska landsliðnum at spæla seg í EM-endaspælið. Hetta gerst veruleiki aftaná ein 2-2 javnleik heima, og ein 1-0 sigur á Wembley ímóti Onglandi. Allan Simonsen skjýtur sigursmálið á Wembley uppá brotsspark.

Í EM-endaspælinum vinnur danska liðið nógv hjørtu. Í innleiðandi bólkaspælinum tapa danir tepurt 1-0 til Frakland. Men teir spæla ein dreymadyst ímóti Jugoslavia, sumt teir vinna 5-0, og vinna teir eisini ein ógvuliga dramatiskan dyst ímóti Belgia 3-2.

Danmark møtir Spania í hálvfinaluni. Aftaná vanliga leiktíð stendur á jøvnum 1-1, einki mál kemur í longdu leiktíðini, og liðini fara til brotsparkskapping. Stóra hetjan og málslúkurin, Preben Elkjær, og Danmark var úti, men liðið hevði vunnið nógv fótbóltshjørtu.

HM-undankappingin gjørdist ein sigursgongd hjá dønum, serliga minniligur var heimadysturin ímóti Sovjetsamveldinum, grundlógardagin 5 juni í 1985. Danmark vann minniliga dystin 4-2, Preben Elkjær og Michael Laudrup skutu tvey mál í part í einum dysti, sum mong meta verða tann best spælda á danskari jørð.

Danmark gjørdi veruliga vart við seg í HM-endaspælinum í 1986. Teir vunnu 1-0 á Skotlandi, ein knúsandi 6-1 sigur á Uruguay og 2-0 á Vesturtýsklandi. Í 1/8 finaluni ímóti Spania gekk reint galið, Danmark førdi 1-0, men so gjørdi Jesper Olsen eina minniliga afturlegging, sum Emilio Butragueno fangaði, og áðrenn danir høvdu vent sær vóru teir aftanfyri 5-1.

Danmark var við til EM-endaspælið í 1988, men teir taptu allar teir innleiðandi dystirnar ímóti Spania, Vesturtýsklandi og Italia.

Danmark kiksaði eisini í HM-undankappingini, har teir taptu avgerandi dystin ímóti Rumenia í Bukarest. Og sluppu teir soleiðis ikki til HM-endaspælið í Italia.

 

EM-gull og HM-fjórðingsfinala

1990-árini blivu tey mest minniligu hjá danska landsliðnum.

Danmark spældi seg ikki upprunaliga til EM-endaspælið í Svøríki í 1992. Men tá Jugoslavia bleiv offur fyri tí altjóða stongslinum máttu allir teir donsku landsliðsspælarnir avlýsa summarferiuna hjá sær, og møta upp í Svøríki.

Danmark byrjaði heiðurliga við einum 0-0 javnleiki ímóti Onglandi, næsta dystin taptu danir 1-0 ímóti Svøríki, men so byrjaðu undur at henda.

Frakland var favorittur í síðsta bólkadystinum, men danir gjørdu bart og vunnu 2-1.

Danir vóru aftur undirtippaðir í hálvfinaluni ímóti Hollandi, og vóru teir eisini undir nógvum trýsti, bæði í vanligu og longdu leiktíðini. Aftaná javnleik 2-2 og 120 minuttirs spæl fóru liðini til brotssparkkapping. Peter Schmeichel tók brotssparkið hjá Marco van Basten, og tá Kim Christofte skoraði til 5-4 var enn eitt fótbóltsundur føtt.

Danir vóru aftur undirtippaðir til finaluna ímóti Týsklandi, men við tveimum ótrúligum málum hjá John »Faxe« Jensen og Kim Vilfort, meistarligum bjargingum hjá Peter Schmeichel, og góðum verjuspæli drógu danir tað stóru sensasjónina í hús.

Tíverri gekk ikki so væl hjá dønum í HM-kvalifikasjónini, tá danir taptu avgerandi dystin ímóti Spania í Sevilla.

Danir spældu seg til EM-endaspælið í Onglandi í 1996. Danir ruku út eftir innleiðandi bólkaspælið. Danir spældu javnt 1-1 við Portugal, og vunnu 3-0 á Turkalandi, men 0-3 tapið ímóti Kroatia gjørdist avgerandi.

Danmark spældi seg til HM-endaspælið í 1998. Tað byrjaði eitt sindur trilvandi við einum teprum 1-0 sigri á Saudi Arabia, og einum 1-1 javnleiki ímóti Suður-Afrika. Triðja bólkadystin taptu danir 2-1 ímóti Fraklandi. Tíbetur fyri danir spældi Suður-Afrika javnleik 2-2 ímóti Saudi Arabia, og Danmark kom í 1/8 finaluna. Í 1/8 finaluni spældu danir ein dreymadyst ímóti Nigeria, sum endaði við einum knúsandi 4-1 sigri til danir. Talan er um ein tann besta dystin danir hava spælt.

Í fjórðingsfinaluni møttu danir Brasil, men tá gjørdist danir og Peter Schmeichel ov stuttir, og endin varð, at Brasil vann 3-2.

Í 1995 vunnu danir Confederations Cup kappingina fyri landslið, sum var hildin í Saudi Arabia. Í finaluni vunnu danir 2-0 á Argentina. Bæði tá Danmark vann hesa kappingina í 1995, og tá teir vunnu EM í 1992 var fjónbúgvin, Richard Møller Nielsen venjari hjá danska landsliðnum.

 

Aldarskiftið og aftaná

Danmark spældi seg til EM-endaspælið, sum var í Hollandi og Belgia í 2000. Talan gjørdist um eina sera miseydnaða kapping. Danir taptu 0-3 ímóti bæði Hollandi og Fraklandi, og 0-2 ímóti Kekkia, og fóru teir út við einum braki.

Við Morten Olsen eydnaðist tað at spæla seg til HM-endaspælið í Japan og Suður-Korea í 2002. Og væl gekk hjá dønum í innleiðandi bólkaspælinum. Danmark vann 2-1 á Uruguay, spældi 1-1 ímóti Senegal, og so sendi danir táverandi heims- og evropameistarnar, Frakland út í myrkrið við einum minniligum 2-0 sigri. Í 1/8 finaluni bíðaði Ongland, og gekk av skriðuni hjá Danmark. Longu aftaná 5 minuttir kom Ongland á odda 1-0, og endin var, at Ongland vann 3-0.

Danmark tók aftur lut í EM-endaspælinum í Portugal í 2004, og var tað sætta EM-endaspælið hjá Danmark á rað. Danmark spældi fyrst 0-0 ímóti Italia. Næsta dystin vunnu teir 2-0 á Bulgaria. Ì síðsta dystinum møtti Danmark Svøríki, og spældu brøðratjóðirnar ein 2-2 javnleik, sum gjørdi, at bæði norðanlondini sluppu í fjórðingsfinaluna, og Italia fór út í myrkrið. Í fjórðingsfinaluni vann Kekkia ein knúsandi 3-0 sigur á Danmark, og hevur Danmark ikki verið við í fremstu røð síðani.

Tað miseydnaðist hjá Danmark at spæla seg til HM-endaspælið í 2006, og EM-endaspælið í 2008. Nú er Danmark í HM-undankappingarbólki saman við m.ø. Svøríki og Portugal. Men í kraft av einum minniligum 3-2 sigri í Portugal eru tær donsku vónirnar tendraðar aftur. So danska landsliðið aftur kann leggja nýggjar kapitlar aftrat stoltu søgu sínari.