Nám hevur ættleitt Vitanarfróðu

Føroyskir skúlanæmingar hava í fleiri ár arbeitt við kanningarháttinum hjá Vitanarfróðu og luttikið í kappingum, sum Granskingarráðið hevur skipað fyri í samstarvi við Nám.

Tíðindaskriv frá Granskingarráðnum:

 

Eftir at hava avdúkað vinnaran av ársins kapping, 7.b. í Eysturskúlanum, hava vit í Granskingarráðnum eisini handað Námi ábyrgdina av Vitanarfróðu.

 

Framyvir verður tað Nám, sum umsitur Vitanarfróðu og skipar árligu kappingina. Vit sleppa sleppur tó ikki heilt endanum, vit fara at nú verða samstarvspartur hjá Námi.

 

Tilfarið um Vitanarfróðu er nú tøkt á Snar, og eisini verður ein kveikingardagur fyri áhugaðar lærarar í januar. Tíðliga í heyst kemur eisini nærri kunning um, hvussu kappingin Ársins Vitanarfróðu verður skipað í 2025-2026.

 

Tilfarið um Vitanarfróðu fevnir um arbeiðshátt, mannagongd, hugskot og frágreiðingar frá undanfarnum kappingum. Eisini ber til at fáa faldarar og plakatir við at støkka inn á gólvið í Námi.

 

Á kveikingardegnum, sum verður 8. januar, verður arbeitt við tilfarinum og Pál Weihe, granskari, fer greiða frá, hvussu til ber at arbeiða við gransking. Melda til kveikingardagin her.

 

Tað er við sorgblíðni, at vit í Granskingarráðnum siga farvæl við Vitanarfróðu. Vit takka Námi fyri gott samstarv og gleða okkum at síggja Vitanarfróðu og skúlanæmingarnar í Føroyum vaksa og búnast sum granskarar undir veingjabreiðinum hjá Námi og teirra góða toymi. Blíðan byr.