Orð: Eli Hentze
Myndir Oskar Oskarsson
Illfýsið veður
Fríggjadagurin læt eyguni upp og hoyrdi fríska vindin bera boð um gamla konu, ið býr á Áargarði heima á Sandi. Henda gamla kona kennir so væl eyðkenda landsynningsljóðið. Nú hon er blivin mong ár, hugsar hon helst ikki stórvegis um veðrið. Sum dagurin leið, makaði hann vindin, og regndroparnir í stórum tali duttu beint niður av himli. Teir gjørdu ikki stórvegis hóvasták burturúr. Duttu bara beint niður, stillir og harmleysir eins og gamla Jóhanna í sínum djúpa mjúka stóli inni á Áargarði. Nakað ofta munnu regndroparnir, ið eru so lívgevandi, hava glett hennara sinn.
Bygdin flaggskrýdd
Longu dagin fyri kendist, at fríggjadagurin hesaferð ikki var ein heilt vanligur fríggjadagur. Bygdarinnar dyr vóru flaggskrýddar, og fólk snakkaðu um stóra dagin í morgin. Inngongdin til Áargarð varð skrýdd við vøkrum heiðursporti, ið fortaldi, at innanfyri dyrnar búði sera gomul kona. Sjálvan føðingardagin gjørdi bygdarfólkið vart við, at dagurin var serstakur. Merkið varð vundið í húnarhátt, kanska vakrari enn nakrantíð at heiðra føðingardagsbarnið. Fólk flest eru á einum máli um, at 100 ára føðingardagar eru nakað heilt serligt. Sandingar upplivdu annan 100 ára føðingardag í 1984, tá ið Rudolf Jensen trein inn í land teirra 100 ára gomlu. Men, tað heilt serstaka við hesum føðingardagsbarninum er tó, at livur hon til nýggjárs, so hevur hon uppliva tríggjar øldir. Fáum menniskjum man unnast hetta. Ikki tí, Jóhanna man neyvan gera sær stórt far um hesi viðurskifti í lívi sínum.
Jóhanna var borin í heim 17. september 1899. Ættað úr Toppigarðinum á Sandi. Jóhanna var yngst av seks systrum. Foreldur hennara vóru Hedavig Hentze og Rasmus Johansen. Jóhanna giftist Sigurdi Poulsen, vanliga nevndur Sigurd á Túgvunum. Tey fingu trý børn. Rasmus, Heðvig og Hedvør.
Nógv fólk vitjaðu føðingardagsbarnið.
Millum klokkan tvey og fýra varð bjóðað í føðingardag á Áargarði, og sjálvdan munnu so nógv fólk hava verið í føðingardegi hjá Jóhonnu áður. Høgni Hoydal, Helena Dam á Neystabø og umboð fyri ríkisumboðið vóru komin suður á heilsa uppá. Familja, sandingar í útlegd, bygdarfólkið í stórum tali og aðrir gestir upplivdu eina sera hugnaliga løtu saman við tí 100 ára gomlu. Ikki segði hon nógv! Sat so friðalig í stólinum og sá so vís út, júst soleiðis sum prestur vísti á í talu síni á samkomu í Virkinum seinni um kvøldið, har hann millum annað segði, at hóast Jóhanna ikki sigur so nógv, so hevur hon vísdóm fyri tí góða. Tað er ikki gloymt, men bara goymt.
Tá ið klokkan nærkaðist fýra og gestirnir so smátt gjørdu seg til at enda fyrra part av føðingardegnum, sovnaði gamla Jóhanna í stólinum. Ein tiltrongdur blundur enn einaferð.
Bygdarráðið
bjóðaði døgurða
Um kvøldið var døgurði í Ungmannafelagshúsinum. Fullsett var, tá ið borið varð á borði. Bygdarráðið bjóðaði bygdarfólkinum og gestum ein betri bita. Løtan hevði serligan hátíðardám. Nógvar talur hildnar og sangur við serligum tóna, tóktist mær. Innihaldsliga leitandi aftur í tíðina. Fyri eldra partin av fólkunum hjástødd; ein lívgandi løta at minnast aftur á góðar gamlar løtur og gøtur. Menninir við mína lið og beint aftanfyri meg mintust aftur á fyrsta dagin í skúlanum, løturnar í ánni norðan fyri Toppigarðin o.s.fr. Jú, sanniliga var hetta ikki bara ein føðingardagur, men eisini løta, ið gav fólki góðar umstøður at minnast og gleðast aftur á góðar grønar dagar. Børnini vóru eisini mong í tali, men tey hava nokk heldur notið góða og glaða stemningin heldur enn at hugsa um tíðarhugtakið. Teirra lív er meira beint nú, ikki so nógv aftureftir og frameftir.
Tórur Johannesen bjóðaði vegna bygdarráðið vælkomin. Vísti á nógvu og stóru broytingarnar, ið farnar eru fram ta tíðini Jóhanna hevur livað. Sjálvt veðurlagið er broytt, vildi Tórur vera við. Páll á Reynatúgvu tosaði eisini um broytingar. Ramsaði upp mongu tingini, ið als ikki vóru, dagin Jóhanna kagaði inn í henda heim. Tey bæði, Jóhanna og Páll, hittast mangan á Áargarði, tí løgtingsmaðurin hevur fysioterapi har. Fortaldi um løtur, har Jóhanna sat við hondum hansara í sínum og kíndi og vermdi. Aðrar løtur hóttanir um at skjóta hann. ?Men vónandi verða hóttanirnar fleiri í framtíðini, tí vit eru øll skotin í tær?, segði Páll at enda. Sólvit Simonsen visti at siga frá Jóhannu, einaferð hon hevði verið til handils niðri á Grótteigum. Á vegnum heimaftur støkkur hon inn á gólvið hjá Marini í Køk. Inni hjá Marini kærir hon sína neyð um Mariannu, handilskonuna á Grótteigum. ?O, verden O, verden. Nú hevur Marianna hongt vattpakkarnar for alle mands øjne? Sólvit legði skemtandi afturat, at hevði Jóhanna sæð hillarnar hjá Sølvi í dag so_
Sólvit fortaldi, at Jóhanna og systrar hennara higartil eru blivnar 546 ár. Ein miðaldur upp á 91 ár. So ikki kann sigast annað enn, at har er væl í kjøtið borið. Harafturat er so Jóan Petur Hentze, vanliga róptur Jóan Petur í Skorti, ið vaks upp í Toppigarðinum. Hann bleiv 87 ára gamal og plagdi at taka til heilt til sín doyggjandi dag: ?Tað er deiligt at liva?. Sólvit tosaði eisini um broytingarnar hendar eru í tí tíðarskeiði Jóhanna hevur livað. Ommusonurin Svenning helt tó ikki, at mongu umtalaðu broytingar her heima og úti í heimi, hava upptikið sinni á ommuni nakað soleiðis. Nei, heldur var tað nærumhvørvið, so sum nær hønurnar vurpu og annað tætt upp at lívinum í túninum. Sølvi Mortensen, keypmaður, tosaði um serstaka hugnaliga dámin inni hjá Jóhannu og Sigurdi mongu kvøldini við kambi sum instrumenti og syngjandi kærleikssangir , so at ein kundi ikki annað enn blíva forelskaður. Ein hugni, ein partur av okkara mentan, ið ikki er so eyðsýndur í dag orsaka av sjónvarpi, ein mentan, ið bæði styrkir sál og likam, segði Sølvi.
Gott veður
Borðhaldið var liðugt og uttanfyri var nærum at kalla stilli. Droparnir duttu framhaldandi av himli, ikki ilsliga sum tíðliga um morgunin, men róliga nakað soleiðis sum lívið hjá gomlu konuni á Áargarði verður livað, nú hon reið inn í land teirra 100 ára gomlu. Hjartaliga tillukku Jóhanna Poulsen!