100 ára haldið byrjað

Sunnudagin setti Vágs Kommuna hol á 100 ára haldið. Í samband við at kommunan verður 100 ár eru tiltøk á skránni hvønn dag í vikuni Sunnudagin var familjuguðstænasta, myndaframsýningar og sang- og fyrilestrakvøld í Bethel, og í Stóra Pakkhúsi hildu Hans Joensen ? Hans í Líðini ? og Poul Andreasen siðsøguligar fyrilestrar.

Hans Joensen greiddi frá sluppini Johonnu og Poul Andreasen greiddi frá Vágs søgu.

Hann hevur eisni greitt úr hondum bókarøðina Vágs Søga, har av 3. bókin er væntandi um eitt lítið ár.

Vegna Vágs Kommunu handaði Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri, Hans í Líðini gávu, og hon handaði eisin Poul Andreasen heiðursgávu fyri avrikið at hava skrivað Vágs Søgu. Gávan var 10.000 krónur.

Sunnudagin kom eisini nýggj standmynd í býarmyndina í Vági. Í trýkantinum, har nýggjársbálið er á hvørjum ári, stendur myndin, sum Hans í Líðini hevur gjørt og sum S/pf Rock hevur latið. Hetta er mynd, ið gjørd er úr stali og sum ímyndar ymiskt, ið eyðkennir Vág, so sum t.d. gomlu grindabátarnir.

Í dag er hópur av tiltøkum á skránni. Í morgun byrjaði morgunsvimjingin og hylurin er opin hvønn morgun hesa vikuna. Hylurin er heitur.

Skótar hava sølu í Garðatúni frá klokkan 15 til 18 og klokkan 18 er møguligt at síggja verkætlanararbeiði í Vágs Skúla, sum næmingar hava gjørt, og evniini eru úr Vágs søgu. Klokkan 19 hava skúlaungdómar framførslu í Framtíðini.