Spæla seks U-landsdystir móti Íslandi

U19, U17 og U15 landsliðini skulu øll leika tveir dystir móti íslendskum javnaldrum

Mynd: HSF

HSF skrivar: 

 

Føroyar hava seinastu árini havt gott samstarv við íslendska hondbóltssambandi um ungdómslandsdystir. Soleiðis er eisini í ár og er talan um gentusíðuna. Fyrst fer U15-landsliðið til Íslands vikuskiftið 31. mai – 1. juni, meðan U17- og U19-kvinnulandsliðini hjá Íslandi koma á vitjan í Føroyum hálvan juni.

 

Dystirnir liggja soleiðis:

 

Leygardagin 31. mai á Savamýru

kl. 17.00 U15 Ísland – Føroyar

 

Sunnudagin 1. juni á Savamýru

kl. 15.00 U15 Ísland – Føroyar

Leygardagin 14. juni í Vestmanna

kl. 14.00 U17 Føroyar – Ísland

kl. 16.00 U19 Føroyar – Ísland


Sunnudagin 15. juni við Streymin

kl. 14.00 U17 Føroyar – Ísland

kl. 16.00 U19 Føroyar – Ísland

 

Hjá U15 er talan um teirra fyrstu landsdystir. Hjá U17 og U19 er talan um fyrireiking til EM-endaspølini í summar, sum bæði verða leikt í Montenegro. U19 spæla í døgunum 9. – 20. juli, meðan U17 spæla í døgunum 30. juli til 10. august. U19 eru í bólki saman við Týsklandi, Rumenia og Spania, meðan U17 eru í bólki saman við Niðurlondum, Íslandi og Sveis. Skrivar HSF. 

 

Mynd: HSF