1000 fólk lótu seg kanna á Eirargarði í dag

Í dag var fyrsti dagurin, har koronakanningar vórðu gjørdar á nýggja kanningardeplinum á Eirargarði

Leysliga mett vórðu 1000 fólk og lótu seg kanna fyri koronu á Eirargarði í dag. Hesum boðar Landssjúkrahúsið frá í dag.

Kanningarmiðstøðin lat upp klokkan 13, men longu um middagsleitið var bíðirøðin komin yvir móti Magn á Frælsinum.

Tá klokkan nærkaðist hálvgum átta koyrdi seinasti bilurin ígjøgnum tjaldið.

Kanningarmiðstøðin hevur opið frá 17 til 19 mánadagin og aðrar vanligar gerandisdagar.

 

Her eru nakrar myndir, sum Landssjúkrahúsið hevur lagt út frá degnum í dag:

##med2##

##med3##