10.000 líkposar til Venesuela

Higartil eru fleiri enn 1700 fólk staðfest deyð í jarðskjálvtunum, og framvegis eru 70.000 fólk saknað

Sambært ST er felagsskapurin komin ásamt við myndugleikarnar í Venesuela um at senda 10.000 líkposar til landið.

 

Hetta verður gjørt eftir herviligu jarðskjálvtarnar, sum raktu landið fyri skjótt seks døgum síðan.

 

Higartil eru fleiri enn 1700 fólk staðfest deyð í náttúruvanlukkuni, og framvegis eru 70.000 fólk saknað.

 

Haraftrat eru 15.000 fólk, sum hava mist síni heim.

 

ST sigur, at avgerðin um at senda Venesuela 10.000 líkposar, byggir á, at talið av deyðum helst fer at veksa, sum dagarnir ganga.