Í Norðoyggjum er vakurt allastaðni

Kalsoyggin hevur verið ógvuliga væl vitjað í nógv ár, men í Norðoya kunningarstovu arbeiða tey við at fáa ferðafólk at vitja onnur støð eisini

- Nógv ferðafólk koma á gátt, og tey spyrja serliga um Kalsoynna, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri í Norðoya kunningarstovu, flennandi.

 

Kalsoyggin hevur verið eitt ógvuliga væl vitjað ferðamál í nógv ár, men í kunningarstovuni arbeiða tey við at fáa ferðafólkini at vitja onnur støð eisini.

 

- Her í Norðoyggjum er so vakurt allastaðni, tað ger ikki mun hvar tú fert.

 

Theresa Turidardóttir Kreutzmann vístir á Svínoy, sum er ein góð oyggj at ferðast í, tí har er slætt og og lætt at ganga.

 

Kunningarstovan skipar fyri borgarafundum á teimum ymisku ferðamálunum, tí tað hevur týdning at ferðavinnan virkar í samljóð við fólki á staðnum, og í svínoyingar tykjast vera spentir uppá ferðavinnuna.

 

- Tað eru fyrst og fremst vit sum búgva í Føroyum, sum skulu vera her. Sjálvandi hugsa vit um hvat ið vit hava hug at bjóða ferðafólki, og hvat riggar. Hetta brúka vit nógva orku uppá. Í Svínoy vit merktu ein hug at gera ymiskt, har er longu eitt stað har ferðafólk kunnu keypa sær at eta, og ferðaleiðarar sum duga væl at greiða frá.

 

Síðani tunlarnir norður um fjall lótu upp, eru fleiri ferðafólk sum spyrja um bygdirnar Hvannasund og Viðareiði.