Danmark fer at lata Ukraina ein nýggjan stuðulspakka, sum hevur eitt virðið av sløkum fýra milliardum donskum krónum.
Hetta hevur danska verjumálaráðið kunngjørt í tíðindaskrivi í dag.
Sagt verður, at pakkin eitt nú fevnir um lóður, vápn og materiali til ukrainsku verjuna.
Sambært pakkanum skulu ukrainsk herfólk eisini fáa danska upplæring.
Hetta er 30. ferð, síðan Russland leyp á Ukraina, at Danmark veitir krígsherjaða landinum hernaðarligan stuðul.
Síðan 2022 hevur Danmark nevniliga veitt Ukraina stuðul, sum hevur eitt virðið av umleið 75 milliardum krónum.










