Besta fótbóltsligan í Føroyum hevur størri fjølbroytni, enn flest aðrar fótbóltsligur í Evropa. Hesi seinastu 30 kappingarárini hava 11 ymisk feløg vunnið Føroyameistaraheitið. HB, B36, KÍ, TB, ÍF, GÍ, B68, B71, VB, NSÍ og EB/Streymur eru feløgini, sum hava vunnið FM-heitið, kappingarárini 1979-2008. Tað eru ikki nógv limalond í UEFA, sum kunnu reypa sær av einum slíkum margfaldni, tá tað kemur til ymiskar meistarar. Hesi 30 kappingarárini hava vit upplivað heilar 7 ferðir, at eitt felag hevur vunnið føroyameistaraheitið í bestu deildini á fyrsta sinni. Tey sjey feløgini, sum hava vunnið føroyameistaraheitið á fyrsta sinni, eru ÍF í 1979, GÍ í 1983, B68 í 1984, B71 í 1989, VB í 2000, NSÍ í 2007 og nú EB/Streymur í 2008. Í 2004 og 2005 manglaði heldur ikki nógv í, at Skála vann føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Annars hava 12 ymisk feløg vunnið føroyameistaraheitið, síðani tað fyrstu landskappingina, sum varð spæld í 1942. SÍ vann FM-heitið í 1947. EB/Streymur er næstyngsti FM-vinnarin í søguni. Felagsliðið í Sundalagnum hevur bert 15 ár á baki. Men tá B36 vann sítt fyrsta meistaraheitið í 1946 hevði felagið bert 10 ár á baki. VB er elsta felagið, sum hevur vunnið FM-heitið á fyrsta sinni. Tá VB vann FM-heitið í 2000 høvdu teir rundað tey 95 árini. EB/Streymur er sætta felagið, sum vinnur greipuna. HB, KÍ, TB, GÍ og B36 eru hini feløgini, sum hava vunnið bæði FM-heitið og steypakappingina í einum og sama kappingarárið.