Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag, HSK, ið tá var nýtt felag, ætlaði at luttaka í kappróðrinum í 2023, men tíðin gjørdist ov knøpp.
Men í 2024 luttók HSK. Felagið hevði fingið bát, ið fekk navnið Snæbjørn, ið ein gentumanning mannaði.
Men í ár er øðrvísi.
- HSK hevur ongan bát við í ár. Vit royndu at fáa eina gentumanning, 14-16 ár, men tað gekk ikki. Vit mangla eina ella tvær. Í fjør eydnaðist at hava eina gentumanning við, og vit høvdu vónað, at tað eisini eydnaðist í ár, men hetta eydnaðist tíverri ikki, sigur Rúni Thomsen, formaður.
Nýggjan bát
Felagið hevur fingið sær nýggjan bát.
Hesin er keyptur úr Klaksvík.
- Nýggi báturin hevur eisini fingið navnið Snæbjørn, og hin fyrri báturin fer so aftur til Sands, haðani hann kom, sigur Rúni Thomsen.
Herja á aftur
- Tað er ikki altíð lætt at savna fólk í smærru økjunum, sigur Rúni Thomsen.
- Og so er tað eisini hetta, at fólk mugu skilja, at skal ein rógva kapp, so ger ein ikki nógv annað. Tað tekur nógva tíð, og skal ein t.d. ferðast, so má tað bíða til aftaná ólavsøku, sigur formaðurin.
Men formaðurin í nokkso nýggja felagnum hevur ikki mist mótið.
- Vit herja á aftur næsta ár, og vónandi hava vit tá eina manning, umframt eina manning til barnaróður, sigur Rúni Thomsen, ið ásannar, at tað eisini hevur týdning at seta við.
Bátar við í 2025
Ongin bátur við
Kappróðrarblaðið, sum er í Sosialinum hesaferð, kann lesast við at trýsta her