110 bátar í regatta

Um átta tíðina í køld var regattain, sum fór av Eiði í kvøld, komin hálva leið til Hósvíkar. Luttøkan er umleið hin sama sum í fjør Árliga regattain, sum Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri, er ávegis av Eiði til Hósvík, nú klokkan er vorðin átta á kvøldi, fríggjadag.

Veðrið er sum vera man av tí allarbesta, og fólka hugna sær. Tá Portalurin var í samband við regattaina um átta tíðina var fremsta feltið komið suður um Brúnna við Streymin, og regattain harvið komin hálva leið til Hósvíkar.

Tað er sjálvandi ikki gjørt nakað upp enn um luttøku, men talið av tilmeldaðum bátum er 110 við umleið 600 fólkum.

Tá øll eru komin til Hósvíkar, verður borðreitt við døgurða í bygdarhúsinum, og seinni um kvøldið verður dansur við spildurnýggja orkestrinum Foreigners.

Í morgin verður byrjað við morgunmati, sum fæst frá klokkan átta. Klokkan 13.30 verður so kósin sett móti Nólsoy og Ovastevnuni.

Bátarnir byrja helst at koma til Nólsoyar um 15.30 tíðina ella so.