114 mál í trimum dystum

34-19, 36-25 og 44-15 hava norsku kvinnurnar vunnið yvir Japan, Tunis og Chile. Eitt dømi um, at nógv veik lið eru við til HM-endapælið, sum er í Kina í hesum døgum. Og í Noregi er eisini nógv kjak á netinum, um tað loysir seg at hava eitt HM-endaspæl við so nógvum veikum hondbóltsliðum.

 

- Hetta er jú ikki nøkur mótstøða vit hava fingið í hesum trimum dystunum, men nú byrjar HM veruliga, sigur Tonje Nøstvold við norska blaðið, VG. Í morgin spælir Noreg ímóti Ungarn, og hósdagin spælir Noreg ímóti Rumenia, sum er ein av favorittunum til at vinna HM.

 

Íslendski venjarin hjá Noregi, Tórir Hergeirsson heldur kortini, at lond sum Japan og Chile skulu fáa loyvið at verða við til eitt HM-endaspæl. - Vit vilja jú so fegin, at ítrótturin vit øll elska skal vinna fram allastaðni kring heimin, og tað merkir, at veik lond frá øðrum heimspørtum mugu eisini sleppa við til eitt HM-endaspæl, segði Tórir Hergeirsson við norska TV2.