12 ára gamal tikin hevur dripið ein í skúla í Finnlandi

Ein 12 ára gamal næmingur, sum er mistonktur fyri at hava skotið og dripið floksfelaga og sært tveir á finskum skúla í dag, fekk fatur í vápninum – eini skambyrsu – umvegis eitt skyldfólk

Tað upplýsir finska løgreglan  í dag á tíðindafundi, skrivar finska kringvarpið YLE.

Ítøkiliga hvussu tann 12 ára gamli fekk fatur á vápninum, segði løgreglan ikki. Men ein tætt skyldfólk hevði vápnaloyvi til gerningsvápnið.

Syndarliga hendingin, sum var í einum grundskúla í býnum Vantaa í Helsinki-økinum í Finnlandi, verður viðgjørd av løgregluni sum eitt dráp og ein drápsroynd.

– Um tú fert í skúla við eini skambyrsu, ber til at siga, at tað í ein ávísan mun var ætlað, sigur Kimmo Hyvärinen, kriminalkommiserur, á tíðindafundinum.

Tann ungi gerningsmaðurin er handtikin.

 

##med2##

Stutt eftir hevur næmingurin fyri løgregluni viðgingið gerðina, skrivar YLE.

Tann mistonkti er enn ikki alment avhoyrdur.


##med3##

 

Handtøkan var sambært løgregluni friðarlig, og tað var ikki neyðugt at brúka vald. Løgreglan handtók tann mistonkta uttan fyri skúlan í Siltamaki, ein forstaður til Helsinki, skrivar tíðindastovan Reuters.


##med4##

 

Tann mistonkti er í varðhaldi hjá lørgeluni og verður latin sosialu myndugleikunum í Finnlandi, tí drongurin er ov ungur til at verða varðhaldsfongslaður.

Løgreglan vil einki siga um kyn ella samleika hjá tí mistonkta, tí dripna ella hjá teimum særdu Løgreglan upplýsir tó, at øll eru 12 ára gomul og gingu í sama flokki, skrivar YLE.


##med5##

 

Løgreglan er á staðnum og kannar hendingina oghevur áður heitt á persónar umat halda seg burtur frá økinum.

Tað ganga umleið 800 næmingar á skúlanum. Skúlin hevur umleið 90 starvsfólk. Eitt størri løgreglulið er á staðnum. 


##med6##

 

Eitt vitni, sum arbeiðir nærindis skúlanum, sigur við finska blaðið Iltalehti, at hann hoyrdi eitt skot úr økinum.

– Eg skilti ikki beinanvegin, at tað var frá eini skambyrsu. So ljóðaði eitt ræðuligt skrígg, og fleiri børn runnu tvørtur um garðin, sigur persónurin við blaðið sambært TT.

/ritzau/

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##