Mynd: Schneider Childrens Medical Center Spokesperson/Reuters/Ritzau Scanpix

12 av ísraelsku gíslunum hava tað gott

12 av teimum 13 ísraelsku gíslunum, sum seint í gjárkvøldið vórðu leyslatnir, tørvaðu ikki bráðfeingis læknahjálp

 

Mynd: Schneider Childrens Medical Center Spokesperson/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað skrivar The Times og Israel.

12 av gíslunum vórðu førdir til eitt sjúkrahús í Raman Gan, har teir hava verið í nátt.

– Eftir eina drúgva nátt við bíðitíð vórðu teir 12 gíslarnir fluttir higar klokkan 03:30. Eg eri fegin um at kunn siga, at sjálvt um dagarnar í fangaskapi eru týðuligir fyri teimum, hevur eingin teirra brúk fyri bráðfeingis viðgerð í løtuni, sigur sjúkrahússtjórin Itai Pessach við miðilin.

– Vit halda fram at stuðla teimum fysiskt og mentalt, leggur hann afturat.

Tann 13. gíslin varð innlagdur á eitt sjúkrahús í Beersheba. Har er hon í løtuni í medisinskari viðgerð. Í gjárkvøldið lýsti sjúkrahúsið støðu hennara sum hampiliga og segði, at lív hennara ikki var í vanda.

 

Ohad Munder fylti 9 ár, meðan hann sat fangi hjá Hamas. Hann var ovurfegin, tá hann aftur var saman við familjuni

 

 

Mynd: Schneider Childrens Medical Center Spokesperson/Reuters/Ritzau Scanpix