Hjá mongum man ein tann størsta hátíðarløtan á ólavsøku vera, tá tingfólk, landsstýrisfólk, prestar og embætisfólk fara í skrúðgongu til guds tænastu í Havnar kirkju og løtan eftir gudstænastuna, tá tey ganga niðan aftur í Løgtingi, har tey uttan fyri Løgtingið lýða á sangin hjá ólavsøkukórinum.
Í ólavsøkuskrúðgonguni hesaferð ganga fleiri ting fólk fyri fyrstu ferð, tí rím uliga stór útskifting var á løgtingsvalinum. Sjey fólk vórðu vald á ting fyri fyrstu ferð, og tá landsstýrið varð skipað, komu seks nýgg j fólk afturat á ting fyri landsstýrisfólk.
Tey nývaldu hesaferð vóru Fróði Magnussen og Grímur Sundstein úr Fólkaflokkinum. Og fyri tey trý landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum komu Ast rið Breckmann, Kristian Krog Hentze og Fía Selma Nielsen á ting.
Hjá Sambandsflokkinum eru Atli F. Johansen og Sunn vá Dahl Høgfeldt nývald. Og fyri landsstýrisfólkini hjá Sambandsflokkinum komu Magni Højgaard og Hermann Samuelsen á ting.
Hjá Javnaðarflokkinum er Ben Arabo nývaldur, og fyri landsstýrisfólk hjá Javnaðarflokkinum kom Bjørt Lind fyri fyrstu ferð á ting.
Hjá Tjóðveldi er Bjørg Brynhildardóttir Egholm nývald. Øll hesi skulu tí ganga skrúðgongu fyri fyrstu ferð á ólavsøku.
Stórur Fólkaflokkur og todnaður Javnaðar flokkur
Stóra broytingin á løgtings valinum 26. mars var, at Javnaðarflokkurin tapti og Fólkaflokkurin vann. Javn aðarflokkurin tódnaði úr 9 niður í 6 tingfólk, meðan Fólkaflokkurin vaks úr 6 upp í 9 tingfólk.
Hin broytingin var, at Sjálvstýri er aftur umboðað á tingi. Formaður floksins, Sámal Petur í Grund varð valdur á ting. Hann varð seinast valdur á ting í 1998.
Framsókn hevði aftur gongd og fór úr trimum niður í tvey tingfólk.
Hetta verður fyrsta ólav søkuskrúðgonga hjá nýgg ja landsstýrinum, og Beinir Johannesen, løgmaður, fer á fyrsta sinni at bera fram ólavsøkurøðu løgmans á ólavsøku.
Nýggja tingárið byrjar
Tað er við lóg ásett, hvat skal ganga fyri seg í Løgtinginum ólavsøkumorgun.
Í stýrisskipanini er ás ett, at Løgtingið fer undir nýgg ja tingárið ólavsøku dag klokkan 13, tá ting fundur verður settur, og tá løgmaður heldur ólavsøku røðu.
Í stýrisskipanarlógini er eisini ásett, at løgtingsfólk, landsstýrisfólk og embæt isfólk ganga í skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, Havnar kirkju, har guds tænasta verður hildin. Og eftir gudstænastuna verður gingið aftur í Løgtingið.
Sambært stýrisskipanar lógini skal løgmaður í ólav søkurøðuni greiða frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan seks yrkadagar støðu landsins til umrøðu. Tað verður g jørt á øðrum tingfundi í tingárinum, sum vanliga verður hildin beint eftir ólavsøku, tá skráin er hendan:
»Aðalorðaskifti sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um FG001/2026: Frágreiðing løgmans á ólavsøku 2026«.
Í stýrisskipanarlógini verður sagt, at løgtingsfor maðurin ger av, hvørji em bætisfólk eru við í skrúð gonguni, og hvussu gongan er skipað.
Seinastu nógvu árini hevur skrúðgongan ver ið skipað í trimum røðum. Fremst ganga løgtingsformaðurin í miðjuni, høgru megin hann gongur løgmað ur og vinstru megin gongur biskupur.
Eftir løgtingsformannin ganga tey trý næstforfólk ini og síðani tingfólk í røð, sum er g jørd út frá hesum reglum:
1. Árið, tingfólk fyrstu ferð varð valt.
2. Starvstíð hjá tingfólki.
3. Aldur hjá tingfólki
Tann elsti tingmaðurin er Jenis av Rana. Hann var fyrstu ferð valdur á ting í 1994 og gekk fyrstu skrúð gongu sama árið, tí løgtings valið tað árið var 7. juli.
Hann er eisini – saman við Jørgen Niclasen, tað tingfólkið, sum hevur sitið longst í starvi.
Í føroyskum búna
Niðan aftur úr kirkjuni gongur løgmaður vinstru megin og biskupur høgru megin løgtingsformannin.
Í brævi til løgtingsfólk, har hann boðar til tings á ólavsøku, vísir løgtingsformaðurin til álit um skrúðgonguna, tá ið hann biður tingfólk og onnur um at vera hampuliga ílatin.
Tey, sum hava møguleika til tess, verða biðin um at vera í føroyskum búna, sig ur løgtingsformaðurin.
Fyrstur í røðini aftan fyri biskup er dómprósturin, og næstur honum er presturin, sum prædikar á ólavsøku.
Í ár verður tað Jonhard Jógvansson, prestur á Eiði, sum fer at prædika, og hann verður fremstur í røðini aft an fyri Jógvan Fríðriksson, biskup, og Maria Jørðdal Niclasen, dómpróst.
Prestarnir ganga eisini í røðini eftir, hvussu leingi teir hava verið í embæti.
Prestar, sum eru farnir úr embæti, ganga eisini í skrúðgonguni, men teir ganga aftan fyri teir, sum eru í embæti.










