Samarittarnir lætta ótrúliga nógv um hjá løgregluni

Síðani samarittarnir fóru at virka á ólavsøku, hevur tað lætt ótrúliga nógv um arbeiðið hjá løgregluni.

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Hann sigur, at løgreglan hevur ikki havt meira at gjørt enn eitt vanligt vikuskifti.

 

– Og tá samarittarnir so vóru ein tíma longri til arbeiðis í morgun, lætti tað enn meira um arbeiðið hjá løgregluni, sigur hann.

 

Samarittarnir taka sær í stóran mun av fólki, sum koma illa fyri, og av fólki, sum hava fingið ov nógv at drekka. Hetta er arbeiði, sum løgreglan áður tók sær av.