Jobbe Pilgaard fekk hatursboð eftir Pride í Føroyum

Jobbe Pilgaard sigur, at hann seinastu tímarnar hevur fingið eina rúgvu av hatursboðum í innbakkanum og á sosialu miðlum í sambandi við Pride í Føroyum.

Í einum uppslagi á Facebook skrivar hann, at hann ikki hevur sagt nakað ekstremt, men bert hevur staðfest, at øll menniskju eiga somu rættindi – uttan mun til kynsliga sannføring, kynssamleika ella átrúnað.

– Eg skrivi hetta ikki fyri at fáa samkenslu, men tí at hatrið í sjálvum sær minnir okkum á, hví Pride framvegis er neyðugt, skrivar hann.

Hann vísir eisini á, at eingin eigur at verða vístur burtur úr einum gudshúsi orsakað av, hvør viðkomandi er, og at rættindi hjá transkyndum, samkyndum og øðrum minnilutabólkum snúgva seg um menniskjavirði.

At enda staðfestir hann, at hann ikki ætlar at tiga, hóast hann verður biðin um tað.

 

Jobbe Philgaard er giftur við kenda danska journalistinum, Hans Philgaard. Teir báðir er javnan í Føroyum, tí teir eiga eini summarhús á Velbastað.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##