Óynsktir menn máttu rekast úr svimjihøllini

Skiltu ikki, at tú eigur at gjalda og lata teg úr, áðrenn tú fert at svimja

Stutt fyri klokkan 14 í gjár vóru boð úr svimjihøllini í Gundadali í Havn í gjár eftir løgregluni, tí nakrir mans vóru farnir inn í svimjihøllina uttan at gjalda og uttan at lata seg úr. Løgreglan máttu heilt inn í hitarúmið fyri at fáa fatur á teimum.

Teir vóru birnir um at sleppa út úr svimjihøllini, og tað gjørdu teir so, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Annars hevur ikki tað heilt stóra verið at gjørt hjá løgregluni seinasta samdøgrið. Onkur falskur alarmur var í gjár, og so var eitt skeinkistað, sum hevði opið aftan á klokkan tvey nátt, sum bleiv lukkað.

Viðvíkjandi teimum fýra ferðaleiðarunum, sum vórðu tiknir í síðstu viku fyri at arbeiða uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi, so er tað málið ikki avgreitt enn, sigur vakthavandi. Har eru onkur viðurskifti viðvíkjandi lógini, sum skulu kannast nærri. Men teir sleppa ongan veg, fyrr enn málið er avgreitt, tí løgreglan hevur tikið passini frá teimum.