Finnur Hansson, 76 mál
Ein av leikarunum, sum kom til felagið undan hesum kappingarárinum, eftir at hann áður hevur verið í H71. Ein skjótur og tekniskt góður leikari, sum hevur møguleika til at menna seg heilt nógv.
Áki Mørk, 42 mál
Hevur veruliga fingið sítt gjøgnumbrot hetta árið, har hann hevur roynt seg sum bæði vinstri vongur og spælskipari. Hevur í fleiri dystum átikið sær avgerandi leiklut, serliga tá Áki Olsen og Heini hava verið mansvardir
Elmar Ósá, 48 mál
Er kanska mest kendur fyri avrik síni í svimjihylinum, men hevur í ár prógvað, at hann er ein fínur hond-bólts-leikari. Serliga er tað kropsstyrkin og skjótleikin, sum eru styrkirnar hjá Elmari.
Heini Joensen, 189 mál
Toppskjúttin í føroysku kappingini hetta kappingarárið hev-ur saman við Áka Olsen verið millum avgjørt týd-ning-ar-mest-u leikararnar á neistaliðnum. Vandamesta vápnið hjá liðskiparanum er so avgjørt vinstrahondin.
Helgi Justinussen, 4 mál
Tá hann hevur fingið møguleikan, hevur Helgi fleiri ferðir víst, at hann er ein leikari, sum roknast skal við í framtíðini. Hóast lítil í vavi, so er hann rættuliga væl fyri kropsliga, umframt at hann eisini er ein tekniskt góður leikari.
Bogi Henriksen, 0 mál
Hevur kanska ikki verið eins sjónligur, og hann hevur verið undanfarin ár, men saman við Peturi hevur hann so avgjørt átt sín stóra lut í meistaraskapinum, tá teir báðir í fleiri dystum hava verið tungan á vágskálini
Jákup Sverri Kass, 16 mál
Eftir vetrarsteðgin hevur løgtingsmaðurin verið fastur fúsur á neistaliðnum, har tað serliga hevur verið í verjupartinum at hann hevur sýnt sínar dygdir. Er ikki so sjónligur í álopspartinum, har hann ofta verður skiftur út.
Petur Magnusson, 1 mál
Hevur ígjøgnum árið ment seg til at vera ein av fremstu málverjunum í landinum, og setti eitt flott punktum við at taka pippið frá skjúttunum hjá VÍF í seinasta dystinum. Er eisini sera íðin í at skipa verjuspælið.
Kári Mortensen, 84 mál
Hevur í skjótt fleiri ár prógvað, at aldurin er eingin forðing fyri at spæla hondbólt á hægsta støðið. Er nú fluttur út á veingin at spæla, har tað serliga er í kontraálopum, at hann hevur gjørt vart við seg.
Áki Olsen, 188 mál
Kanska besti álopsleikarin í landinum hevur so avgjørt átt sín stóra lut í gullmerkjunum. Fyrst og fremst hevur hann eina óhugnaliga skotstyrki, men tekniskt er hann eisini sera væl fyri, og er hann við í uppspælinum til nógv mál.
Karl Oddmar Rasmussen, 32 mál
Er í ár fluttur av bakkinum inn á strikuna, og hevur hetta eisini merkt spæl hansara. Veikleikarnir í álopspartinum vera tó uppvigaðir av styrkini í verjuspælinum, har hann hevur verið ein sera týðandi partur av neistaliðnum
Ræni Slættanes, 10 mál
Hevur ikki leikt so nógv á besta liðnum hetta kappingarárið, men í løtum hevur Ræni prógvað, at hann í framtíðini fer at seta seg á sessin sum fremsti strikuspælarin í felagnum, men enn væntar honum nakrar fleiri royndir