Russland skal revsast harðari

- Putin er ikki áhugaður í friði. Hann vil halda fram við krígnum, og tað mugu vit ikki loyva honum, sigur týski uttanríkisráðharrin

- Eftir hesa seinastu bylgjuna av russiskum álopum á Ukraina, er neyðugt við uppaftur fleiri revsitiltøkum móti Russlandi.

 

Tað sigur týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul.

 

- Putin er ikki áhugaður í friði. Hann vil halda fram við krígnum, og tað mugu vit ikki loyva honum. Tí fer ES at semjast um nýggj revsitiltøk.

 

Hetta sigur hann í einari beinleiðis samrøðu í dag.

 

Sunnunáttina leyp Russland á ukrainskar býir, eitt nú høvuðsstaðin Kyiv, við 367 dronum og rakettum.

 

Álopið verður sagt at vera hitt ógvusligasta, síðan Russland leyp á grannalandið fyri meira enn trimum árum síðan.

 

- Í minsta lagi 12 fólk lótu lív í álopinum, og fleiri tíggjutals fólk vórðu særd, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.