12 ár við Jákupi á Borg

Fótbóltur Jákup á Borg boðaði í farnu viku frá, at hann ætlar sær ikki aftur í føroysku landsliðstroyggjuna. Sosialurin hevur hugt í søgubøkurnar og minnist aftur á summar av minnuligu løtunum við Jákupi á Borg á landsliðnum seinastu 12 árini.

FYRSTU FERÐ Á LANDSLIÐNUM
AUGUST, 1998: Landsliðsboðini koma ikki óvart á føroyingar. Jákup á Borg  hevur gingið undan sum fram­herji á liðnum hjá B36 í før­oysku landskappingini. Hann er 18 ára gamal, tá hann roynir seg á føroyska lands­liðnum fyri fyrstu ferð. Føroyar spælir á útivølli móti Bosnia, sum vinnur dystin 1-0. Jákup á Borg verður innskiftur mið­skeiðis í seinna hálvleiki. - Tað kem­ur rættiliga óvart á meg. Eg segði fyri tveimum máðanum síðan, at eg vónaði at fáa landsliðsboð um tvey ár, men eg hevði ikki væntað, at tað skuldi koma so skjótt, sigur Jákup á Borg undan dystinum.
 
STRÍÐIST FYRI PLÁSSINUM
JUNI, 1999: Føroyska landsliðið skakar fótbóltsheimin, tá Hans Fróði Hansen tryggjar Føroyum ein javnleik móti Skotlandi á heimavølli. Jákup á Borg spælir sín sætta landsdyst, tá hann loysir Jóhannis Joensen av í seinna hálvleiki. Allan Simonsen hevur eina ætlan við unga havnarmanninum. – Ungu leik­ararnir skulu eisini sleppa at snúsa til landsliðið. Tá teir hava roynt tað nakrar ferðir, eru teir eftir­hondini meira harðhúðaðir og búnir til veruliga at fáa kjansin, sigur Allan Simonsen við Dimma­lætting aftaná dystin.
 
NOYÐIST UTTANLANDS
SEPTEMBER, 1999: Jákup á Borg er við frá byrjan í seinna hálvleiki, tá Føroyar tapa 1-0 á heimavølli móti Litava. Tað er hansara fyrsti veruligi møguleiki at vísa Allan Simonsen, hvat hann er mentur. Men hann tekur ikki av. – Todi Jóns­son er sjálvskrivaður. Og Uni Arge spælir uttanlands, so hann hevur tann fyrimunin. Eg má bara sleppa mær av landinum, so eri eg har, sigur framherjin í viðtalu við Dimma­lætting.
 
TEKUR IKKI AV
MARS, 2001: Jákup á Borg er skýrdur sum ein hin mest evnaríki føroyski fótbóltsleikarin nakrantíð. Men 21 ára gamli framherjin úr B36 hevur trupult við at vinna sær pláss á landsliðnum. Hann hevur rætt og slætt ikki prógvað, at hann hevur uppiborið tað. – Trupulleiki hevur bara verið, at eg ongantíð hava sligið ordiliga til, tá eg havi fingið møguleikan. Sjálvandi ótolnist eg, tá eg ikki komi á vøllin, men tað er mín egna skuld, sigur hann undan dystinum móti Luksemburg á úti­vølli. Føroyar vinna dystin 2-0, og Jákup á Borg verður skiftur út, tá fáir minuttir resta í.
 
UPPIBORIÐ BROTSSPARK
MARS, 2001: Jákup á Borg spælir fyri fyrstu ferð í samfullar 90 minuttir á føroyska landsliðnum, sum er á vitjan í Russlandi. Heima­liðið vinnur 1-0. Jákup á Borg verður feldur inni í brotsteiginum í seinna hálvleiki, men dómarin floytar ikki fyri brotssparki. – Satt at siga varð eg so bilsin av tí, at eg als ikki hugs­aði um at mótmæla, sigur Jákup á Borg aftaná dystin. 

TIG SO, JOHN!
SEPTEMBER, 2002: Føroyar spælir 2-2 móti Skotlandi á Svangaskarði. Jákup á Borg eigur uppleggini til bæði málini hjá John Petersen. Við uppleggunum fær hann frið fyri John Petersen, sigur hann við Sosialin aftaná dystin. – Nú var tað soleiðis í vikuni, at John hevur gramt seg óført um, at hann vil hava bóltin, so har var bara eitt at gera fyri at fáa hann at tiga!, sigur hann aftaná dystin.
Jákup Mørk, blaðmaður á Sosial­inum, ivast ikki, tá hann skal meta um avrikið hjá Jákupi á Borg. – Hann hevur nú í eitt ár verið fastur fúsur í høgra borðið, og dysturin hesa­ferð var ein stór undirstrikan av, at hann eisini fer at røkja plássið í langa tíð framyvir, skrivar Jákup Mørk í dystarfrásøgnini.
 
MAÐURIN VIÐ HØGRA BEININUM
OKTOBER, 2002: Jákup á Borg eigur aftur hesa ferð næstseinasta fótin á bólt­inum, tá Føroyar fáa mál. Før­oyska landsliðið roynir seg í Hannover móti Týsklandi, sum vinnur 2-1. Maðurin við gylta høgra­beininum hevur tí lagt upp til øll trý málini, sum landsliðið hevur skotið higartil í hesi undankappingini. – Tað sær út til at gerast ein góður vani. Óluksáligt, at upplegg ikki telja við, tá máltindurin verður upp­gjørdur, sigur Jákup á Borg skemt­andi aftaná dystin.
 
FYRSTA LANDSLIÐSMÁLIÐ
APRÍL, 2003: Jákup á Borg skýtur sítt fyrsta mál í føroysku lands­liðs­troyggjuni, tá Kasakstan vitjar í venjingardysti á Svangaskarði. Før­oyar vinnur 3-2, og Jákup leggur før­oy­ingarnar á odda 1-0.

AFTUR Á BLETTINUM
AUGUST, 2004: Jákup á Borg hev­ur roynt eina rúgvu, áðrenn hann skýtur sítt seinna mál á lands­lið­num. Royndarvenjingarnar í Watford, Liverpool og Crewe góvu ikki úrslit. Havnarmaðurin skiftir und­an kapp­ingar­byrjan úr B36 til grann­arnar í HB, áðrenn hann fær leigu­sáttmála í danska OB. Jákup á Borg leggur Føroyar á odda 1-0, tá lands­liðið vinnur 3-2 á Svangaskarði í venjingardysti móti Malta. 

ZIDANE Á MÓTSTØÐULIÐNUM
SEPTEMBER, 2004: Jákup á Børg fær seg av álvara royndan, tá Frakland, við Zinedine Zidane á liðnum, tekur ímóti. Føroyar tapa 3-0. – Eg kann reypa mær av, at Zidane hevur gjørt fríspark móti mær, sigur Jákup á Borg flennandi í viðtalu við Dimma­lætting í juli í 2010.
 
AVSETTUR
JUNI, 2005: 25 ára gamli Jákup á Borg hevur átt plássið sum miðvallari í høgru seinastu fýra árini. Hansara avrik hava sveiggjað nógv, men HB-leikarin hevur verið millum teir mest eyðsýndu fleiri ferðir. Hendrik Larsen, landsliðsvenjarin, gev­ur honum tó ikki møguleikan, tá Írland vitjar á Tórsvølli. – Tað er sjálv­andi eitt stórt vónbrot. Men eg var ikki meira fornermaður enn so, at eg vildi vísa, hvat eg standi fyri, sigur Jákup á Borg, sum spælir sein­astu 10 minuttirnar, aftaná dystin. Írlandi vinnur 2-0.
 
SORL!
SEPTEMBER, 2006: Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, væntar, at Jákup á Borg verður millum leik­ar­arnar, sum taka ábyrgd á lands­liðnum, nú aldursskiftið skal fremj­ast. Tað gongur ikki væl í fyrstu roynd­unum. Føroyar tapa 6-0 á heimavøli móti Georgia, og 6-0 á úti­vølli móti Skotlandi, og Jákup á Borg røkir uppgávuna sum høgri bakkur. Hann er framvegis bjart­skygdur. – Tað er tungt at tapa tveir dystir 6-0, men tá ið eitt nýtt lið skal spælast saman, so kemur slíkt fyri, sigur hann.
 
TRÝSTUR
SEPTEMBER, 2007: 27 ára gamli Jákup á Borg er brádliga ikki sjálv­skrivaður á landsliðnum longur. Hann verður fluttur í heilum. Á úti­vølli móti Litava røkir hann upp­gáv­una sum vinstri bakkur. – Við roynd­unum, sum hann hev­ur, so roknaði eg við, at hetta var skilabetri, enn at geva Johan Troest Davidsen sína debut, sigur Jógvan Martin Olsen aftaná dystin. Føroyar tapa 2-1.
 
ALBOGAN Í HØVDIÐ
OKTOBER, 2008: Jákup á Borg hev­ur mist liðskiparabandið í HB og skiftir í summarsteðginum til barn­dóms­felagið B36. Hann er nógv plágaður av einum skaða í lærkrykanum. Men hann er til dystin fús, tá Rumenia vitjar á Tórsvølli. Geylið hoyr­ist um allan Tórsvøll, tá Sorin Ghionea langar albogan í høvdið á Jákupi, og Ghionea verður útvístur. – Hann slóð út eftir mær og rakti meg í andlitið. Eg spældi eitt sindur upp á tað, men í hesum spælinum mast tú gera tær dælt av slíkum støð­um, sigur Jákup á Borg aftaná dystin. Rumenia vinnur 1-0.
ASKHAM YNSKIR IKKI JÁKUP
MARS, 2009: Heðin Askham fær ábyrgdina av føroyska landsliðnum í venjingardystinum móti Íslands. Og Askham velur ikki at hava 29 ára gamla Jákup á Borg við í hóp­inum. – Eg eri ógvuliga vón­svikin. Eitt er, at venjarin ikki metir meg hava tað, sum skal til, fyri at spæla á landsliðnum. Men eg havi verið partur av hópinum í meira enn 10 ár, og tí haldi eg tað vera løgið, at eg einki hava fingið at vita undan úttøkuni, sigur Jákup á Borg. Mikkjal Thomassen, venj­ari hjá B36, stuðlar Jákupi. – Eg haldi tað vera óumhugsað og ótrúliga respektleyst, sigur Mikkjal Thomassen.
 
STRÍÐIR SEG AFTUR
SEPTEMBER, 2009: Jákup á Borg er framvegis skaðaplágaður, og tað ávirkar hansara pláss á lands­liðnum. Tað er ein sannroynd, at hansara royndir er eingin fyri­munir longur. Brian Kerr velur óvænt­að at hava Jákup á Borg sum fram­rættaðan miðvallara í heima­dystinum móti Litava. Og tað var ein røtt avgerð. Jákup á Borg spælir framúrskarandi, tá Føroyar vinna 2-1 á Litava.
 
FARVÆL
JULI, 2010: Aftaná 69 landsdystir og tvey mál, boðar Jákup á Borg frá, at hann er givin á føroyska lands­liðnum. 30 ára gamli havnarmaðurin hevur ikki orku og tíð at umboða Føroyar longur. Hann hevur hugsað um avgerðina leingi. Orsøkin er fyrst og fremst, at hann hevur ver­ið illa plágaður av skaðum. – Eg eri eingin unglingi longur. Eg havi tørv á hvíld, og eg seti meg ikki føran fyri at spæla við fullari megi á lands­liðnum longur, sigur Jákup á Borg. Brian Kerr, landsliðsvenjari, harm­ast avgerðina.