124 milliónir afturat til Skúladepilin í Marknagili

Nú í vár fer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, at biðja Løgtingið um at játtað 124 milliónir afturat til Skúladepilin í Marknagili.

Tað gjørdi hann Løgtinginum greitt í morgun.

Bjørn Kalsø sigur, at ætlaði skúladepilin kostar 64 milliónir afturat, umframt at at 60 milliónir skulu játtast til innbúgv.

Tí fer hann at biðja Løgtingið samtykkja at broyta lógina, so at 124 milliónir afturat verða játtaðar til Marknagil, so at prísurin fyri skúlan verður tilsamans 515 milliónir.

Hann fer eisini at royna at fáa uppskotið fyri Løgtingi í nærmastu framtíð, so at tað kann samtykkjast, áðrenn tingið fer í summarfrí síðst í apríl, ella í mai.

Men hann kundi ikki veita vissu fyri tí.

Annars hevur verið tosað um at fíggja skúladepilin við láni, men tað er landsstýrismaðurin ikki serliga hugaður fyri.

Hann staðfesti, at hann veit ikki um annað, enn at íløgan skal fíggjast á fíggjarlógini so hvørt, hann verður bygdur.

Men nú skulu 124 milliónir játtast til endamálið afturat og tað verður ein stór avbjóðing at finna politiska semju um tað, ásannar landsstýrismaðurin.

Men hann hevur vónir um, at tað f er at eydnast.