13 hval til ein mann

Sum sýslumaður hevur tú rætt til 2% av grindini, sum tú býtir. Karl Johansen hevur í summar verið virkandi sýslumaður fyri allar Føroyar – Suðuroyggin undantakin – og tað sæst aftur í grindini, sum hann hevur at ráða yvir.

- Eg havi býtt 655 grindahval, sum svara til 4838 skinn. Gangi eg eftir lógini, so hevði eg fingið 13 hval ella 97 skinn, og tað hevði verið ein løta at etið alt tað, sigur Karl Johansen við Sosialin.
- Nei, tað er eingin livandi kjansur, at eg klári at herberga øllum hesum.
Karl hevur tískil býtt út.
- Fyrst tók eg til mín sjálv, síðani fór tað til familjuna, versynir og ymisk onnur, men tað var skjótt, at eg mátti fara longur út, greiðir Karl frá, sum síðani hevur latið grind til millum annað sjúkrahúsið í Klaksvík, Zarepta og starvsfelagar, sigur Karl. Hann upplýsir eisini, at tað hava aðrir sýslumenn eisini gjørt, tí annars endar tú við alt ov nógvari grind.