13. Skemtbókin útkomin

So kom hon. Bókin við tekningunum hjá Óla Petersen. Skemt 2001 er tann 13. bókin í røðini.

 

Bøkur


Fyrsta Skemtbókin kom út í 1989. Við hesi bókini hava Sosialurin og Óli Petersen givið út millum 2000 og 2500 tekningar, sum hava staðið á baksíðuni í blaðnum í nærum 13 ár. Í nýggju bókini eru 133 tekningar. Harumframt hevur norski journalisturin Willy R. Kastborg ummæli av teknilistini hjá Óla P. Skemt 2001 er prentað hjá Hestprent. Hon kostar 130 kr. og fæst í bókasølunum kring landið.