Tað eru tilsamans 14 fólk, fimm kvinnur og níggju menn, sum hava latið seg stillað upp til kommunuvalið í Skopunar kommunu. Hesi eru á tveimum listum, lista A og lista B.
Á lista A eru valevnini, Gerhard Lognberg, sum hevur verið borgarstjóri í Skopunar kommunu síðan hin 1. januar í 1993, Hallmar Winther, Kathrina Joensen, Friðfinn Nicolajsen, Kartin Hentze, Johan Leo, Óløf Tungá og David Winther Olsen.
Á lista B eru valevnini, Marjun S. Debes, Eliesar Jakobsen, Winnie Kjærbo, Hans Eivind Olsen, Petur E. Poulsen og Fríðhild Winther.
Í sitandi bygdarráði eru Gerhard Lognberg, Hallmar Winther og Friðfinn Nicolajsen fyri lista A - og Marjun S. Debes (fyrr Joensen) og Fríðhild Winther fyri lista B.