14 nýggj størv í Tinganesi

Fimm aðalstjórar, sjey fulltrúar og tvey onnur starvsfólk eru sett í nýggj størv í Landsstýrinum síðani 1. august 1996. Onnur nýggj størv verða sett í hesum árinum. Løgmaður hevur svarað fyrispurningin frá Henriki Old, løgtingsmanni um starvssetanir í meginfyrisitingini í Tinganesi

? Seinasta hálva annað árið hevur landsstýrið sett 14 fólk í nýggj størv í meginfyrisitingini í Tinganesi.

Hetta fekk Henrik Old, løgtingsmaður at vita, tá Eilif Samuelsen vegna løgmann svaraði fyrispurningi hansara. Henrik Old vildi hava løgmann at greiða tinginum frá, hvussu nógvir aðalstjórar, deildarstjórar v. m., ráðgevarar, fulltrúar og onnur starvsfólk eru sett í landsumsitingini frá 1. august 1996 og fram til dagin í dag.

Í øðrum lagi vildi Henrik Old hava at vita, hvussu nógv tænastumannastørv eru løgd niður, og hvussu nógv størv eru umskipað í omanfyrinevnda tíðarskeiði í landsumsitingini.

Henrik Old sigur, at 1. august í 1996 varð nýggjur løgmansstjóri settur, og er ein av høvuðsuppgávum hansara at seta bygnaðaruppskotið hjá Finn Norman Christensen í verk.

? Síðan hava vit dagliga í fjølmiðlunum sæð og hoyrt um starvssetanir innan umsitingina og um uppsagnir m. a. av fólkum, sum ikki rúm er fyri í hesum nýggja bygnað.

Við spurninginum vildi Henrik Old fáa greiði á talinum á nýggju størvunum og á teimum, sum eru løgd niður ella umskipað.


Fimm aðalstjórar

Í svari sínum sigur løgmaður, at síðani 1. august 1996 eru fýra aðalstjórar settir. Teir eru Vinnumálastjóri, Arne Poulsen 1. februar 1996. Almanna- og heilsumálastjóri, Høgni Joensen, 1. mai 1997. Undirvísingar- og mentamálastjóri, Petur Petersen 1. juni 1997 og Fíggjarmálastjóri, Petur Alberg Lamhauge, 1. oktober 1997.

Løgmansstjórin varð settur í starv 1. august 1996. Men í hesum føri var ikki talan um nýtt starv, sigur løgmaður, tí Marjun Hanusardóttir varð sett í starvið hjá Finn Norman Christensen - talan varð tí um eitt umskipað starv.

Fiskimálastjórin varð settur 19. desember 1997, og byrjar hann í starvinum fyrst í hesum árinum. Fiskimálatjórastarvið er sett aftan á, at fyrispurningurin hjá Henriki Old varð settur, so í svarinum hjá løgmanni er bert talan um 13 størv.


Lýsa eftir tveimum deildarstjórum afturat

Settir eru eisini tríggir deildarstjórar. Eitt deildarstjórastarv er umskipað, av tí at lønar- og starvsfólkadeildin á Landsskrivstovuni er vorðin broytt soleiðis, at lønarmál verða fyrsitin í Fíggjarmálastýrinum og starvsfólkamál á Løgmansskrivstovuni. Deildarstjórastarvið, sum frammanundan var á Landsskrivstovuni, varð flutt til lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum. Eitt deildarstjórastarv í Undirvísingar- og mentamálastýrinum er niðurlagt og eitt deildarstjórastarv á fyrrverandi Almanna- og heilsudeildini er niðurlagt.

Løgmaður sigur eisini, at í Fíggjarmálastýrinum er deildarstjórastarv umskipað til fulltrúastarv. Og hann leggur afturat, at Løgmansskrivstovan hevur lýst eftir tveimum deildarstjórum, øðrum til starvsfólkadeildina og hinum til løgdeildina. Tó eru hesi størv ikki sett enn.

Eitt deildarleiðarastarv í Undirvísingar- og mentamálastýrinum (Landsskúlafyrisitingini) er lagt niður, tí tann, sum røkti starvið, er farin frá við eftirløn.


Nýggir fulltrúar

Á Løgmansskrivstovuni er eitt nýtt fulltrúastarv. Tað er starvið sum nýskipanarfulltrúi. Almanna- og heilsumálastýrið hevur sett ein fulltrúa í nýtt starv og harafturat ein í starv, tí annar fulltrúi var farin úr starvi.

Fíggjarmálastýrið hevur sett tveir nýggjar fulltrúar í sambandi við, at lønardeild varð stovnsett í Fíggjarmálastýrinum. Harumframt er talan um deildarstjórastarv, sum er umskipað til fulltrúastarv, og um setan av tveimum fulltrúum, sum komu í starv, tí aðrir vóru farnir úr starvi.

Í Vinnumálastýrinum eru tvey nýggj fulltrúastørv. Í Undirvísingar- og mentamálastýrinum er ein fulltrúi settur í nýtt starv.


Oljan í Tinganes

Almanna- og heilsumálastýrið hevur sett ein skrivara í nýtt starv, og ein skrivara í starv, tí annar skrivari er farin úr starvi.

Vinnumálastýrið og Undirvísingar- og mentamálastýrið hava á sama hátt sett hvør sín nýggjan skrivara í gamalt starv.

Afturat hesum segði løgmaður, at oljumál - fyrrverandi Oljufyrisitingin - í framtíðini verður oljumáladeild í Vinnumálastýrinum. Har eru hesi størv sett:

Verandi størv: Deildarstjórastarvið á oljumáladeildini - sum lutvíst er umskipað starv.

Nýggj størv: Trý fulltrúastørv og eitt skrivstovustarv.


Trý tænastumannastørv løgd niður

Eisini sigur løgmaður, at avgerð er tikin um ávísar setanir, har starvsfólkini tó ikki byrja fyrr enn í 1998. Her verður býtt upp í nýggj størv, verandi og umskipað størv.

Nýggj størv: Aðalstjóri í Fiskimálastýrinum og sendifulltrúi í Brüsell.

Verandi størv: Fíggjarfulltrúi í undirvísingar- og mentamálastýrinum.

Umskipað størv: Tveir deildarstjórar í Undirvísingar- og mentamálastýrinum, skrivstovuleiðari til komandi Kærufyrisiting.

Viðvíkjandi niðurløgdum tænastumannastørvum svaraði løgmaður, at trý tænastumannastørv eru løgd niður. 1. deildarleiðari í Undirvísingar- og mentamálastýrinum. 2. deildarstjóri í Undirvísngar- og mentamálastýrinum og 3. deildarstjóri á Almanna- og heilsumálastýrinum.

Trý onnur tænastumannastørv eru umskipað. Tey eru: Løgmansstjóraembætið, deildarstjóraembætið á lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum, og eitt starv er umskipað frá deildarstjórastarvi á fíggjar- og búskapardeildini í Fíggjarmálastýrinum, til fulltrúastarv.