07 Vestur-AB kl. 19.00
Dómari: Dagfinn Olsen
25.: 0-0
32.: Reytt kort Ragnar Niclasen, 07 Vestur, fyri hevnisøku.
Málmøguleikarnir hava verið fáir og smáir.
37.: 07 Vestur brotsspark. Bríkslað tí Tór-Ingar Akselsen varð feldur.
Jens Erik Rasmussen royndi seg úr ellivu metrum, men Tórður Thomsen í AB málinum bjargaði.
Hálvleikur.
53.: 0-0.
Tað sæst einki til, at heimaliðið er undirmannað. AB hevur í 2. hálvleiki fingið betri tak á bóltinum niðri á jørðini. Í 1. hálvleiki spældi AB nógv við longum sendingum.
66.: Jobin Drangastein hjá AB er vístur av vøllinum, eftir at hava fingið gult kort fyri aðru ferð.
90.: Dysturin er av og tað endaði málleyst! Dysturin hevði, sum máltalvan eisini staðfestir, lítið at bjóða uppá.
---
EB/Streymur-Víkingur 1-0 (0-0): kl. 19.00
Dómari: Ransin Djurhuus
Ikki nógvir málmøguleikar í fyrra hálvleiki.
Hálvleikur.
53.: Framvegis málleyst. Undan steðginum varð Sorin Anghel, sum var í miðverjuni hjá EB/Streymi, borin skaddur av vøllinum. Súni Olsen hjá Víkingi kom ikki á vøllin eftir hvíldina.
75.: 1-0 til EB/Streym. Pætur Dam Jacobsen hevur skorað eftir sera gott uppspæl. Víkingur hevur sanniliga eisini havt sínar kjansir her í seinna hálvleiki, men hava ikki verið nóg neyvir.
90.: EB/Streymur hevur vunnið á Víkingi. Tað endaði við ógvuliga teprum sigri til heimaliðið, men Víkingur kann einans takka sær sjálvum fyri, at teir ikki fingu meiri burtur úr dystinum!
---
KÍ-ÍF 3-2 (2-2)kl. 18.00
1-0: Stefan Kalsø 15.
1-1: Nenad Saric 18.
2-1: John Hammer 40.
2-2: Balacz Sinko 45.
3-2: Jógvan Isaksen 90.
Dómari: Petur Reinert
KÍ: Jákup Mikkelsen - Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Heðin á Lakjuni - Kristoffur Jakobsen, John Hammer (Leon Bjartalíð, 88.), Eli Simonsen (Ivan Joensen, 62.), Erland B. Danielsen, Niels Pauli Danielsen (Jón Jacobsen, 62.) - Stefan Kalsø
ÍF: Andras Gango - Áki Petersen, Viggo Johannesen (Balacz Sinko, 22.), Poul Ennigarð, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni (Hanus Eliasen, 85.), Alexander Jovevic, Høgni Zachariasen, Andy Olsen - Bartal Eliasen, Nenad Saric
1. hálvleikur:
15.: 1-0: Stefan Kalsø
Kristoffur Jakobsen breyt ígjøgnum í vinstru, innleggið var flatt, og við fremra stólpa stýrdi Stefan Kalsø bóltin í málið.
18.: 1-1: Nenad Saric við fløtum skoti, eftir at Jan Ellingsgaard hevði lagt innfyri úr vinstru.
Líkindini eru framúr, og báðir partar eru álopssinnaðir. Málmøguleikar hava verið í báðum endum.
Tá ið Viggo Johannesen fór út, varð Høgni Zachariasen fluttur aftur í miðverjuna, og Balaz Sinko varð settur inn á miðvøllin.
35.: ÍF hevur meiri tak á samanspælinum, og fuglfirðingar hava spælt seg fram til upplagdar málmøguleikar, eitt nú var Nenad Saric fyri lítlari løtu síðani púra leysur.
KÍ lúrir upp á langar sendingar til Kristoffur Jakobsen.
40.: 2-1: Miðvallarin John Hammer skoraði úr stuttari fjarstøðu og inn við handara stólpa, eftir at vongverjin í høgru, Jógvan Isaksen, hevði lagt úr frá baklonjuni. ÍF verjan var ikki neyv í hesi støðuni.
45.: 2-2. Balaz Sinko, plaseraður við innaru síðu og flatt í málið. Uppspælið var í høgru, har væl upplagdi Dánjal á Lakjuni breyt ígjøgnum, og umvegis Bartal Eliasen og Nenad Saric endaði bólturin hjá málskjúttanum.
Hálvleikur! 2-2.
2. hálvleikur
82.: Støðan er framvegis 2-2. Opnir møguleikar hava verið í báðum endum. Tann størsta hevði KÍ fyri lítlari løtu síðani, men Áki Petersen ruddaði burtur í evstu løtu, eftir at innskifti Jón Jacobsen hjá KÍ hevði roynt seg.
85.: KÍ hevur síðstu løtuna havt fleiri hornaspørk.
90.: Tríggir minuttir lagdir aftrat vanligu leiktíðini.
3-2.: Tá ið eykatíðin var um at vera farin, sendi Heðin á Lakjuni frísparksinnlegg fram í ÍF brotsteigin, og har setir verjuspælarin Jógvan Isaksen krúllin undir bóltin, sum siglir inn í ÍF málið.
Liðugt! 3-2