140 deyð í mótmælum í Kina

Harðir samanbrestir vóru í gjár millum muslimsk mótmælisfólk og løgregluna í kinesiska landslutinum Xinjiang Almenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at 140 fólk lótu lív í samanbrestunum, og at meiri enn 800 fingu skaða.

Kinesisku myndugleikarnir siga, at útlendskir muslimar hjálptu tí uighuriska minnilutanum í Xinjiang at skipa fyri mótmælistiltøkunum. Teir flestu uighurarnir eru muslimar, og ein útlagin talsmaður fyri muslimarnar í Xinjiang sigur við Reuters, at fólk mótmæltu tí almenna politikkinum mótvegis muslimunum, og at alt var friðarligt, til løgreglan legði uppí.

Uighurarnir eru ein minniluti har vesturi í Kina, og flestu teirra eru sunnimuslimar. Teir siga seg vera illa kúgaðar av kinesisku myndugleikunum.