Roknskapur
13 milliónir eftir reyv. Tað var úrslitið, tá Føroya Fiskavirking legði roknskapin fyri 2004 fyri aðalfundin til góðkenningar.
Í tíðindaskrivi, sum varð sent fjølmiðlunum hósdagin, var sagt, at sjálvur grundraksturin gav eitt hall upp á 13 mió kr., og at felagið hartil misti 2,7 mió kr. av surimi-verkætlanini, sum felagið hevur verið partur av í Fuglafirði.
- Tað er sjálvandi ikki nøktandi, tá vanligi raksturin gevur eitt somikið stórt hall. Men umstøðurnar hava so sanniliga ikki verið við okkum, staðfestir Meinhard Jacobsen, stjóri.
Hann vísur á, at dollarkursurin í fjør hevur verið lágur, og at hetta saman við smáttfallandi upsanum hevur verið ein tungtvigandi orsøk til vánaliga úrslitið.
- Undir vanligum umstøðum er kostnaðurin hjá okkum ríkiliga stórur, og tá hetta so kemur afturat, so verður tað tungt, staðfestir hann.
7,55 fyri smáan upsa
Í Noreg verður annars í hesum døgum tosað nógv um júst upsan. Í grein í Fiskaren mikudagin verður staðfest, at smáur upsi hevur givið ein prís upp á 7,55 NKR í seinastuni, men sambært Meinhard Jacobsen, so eru hetta ikki tøl, sum føroyska fiskivinnan kann nýta til nakað sum helst.
- Hyggur tú at Noreg, so talið av virkjum har yviri minkað úr 150 niður í eini 15, so eg haldi ikki, at vit skulu royna at kopiera teirra mynstur.
- Trupulleikin er, at vit fáa ikki virkað tann smáa upsan nóg væl. Vit bæði vóna og vænta, at vit í ár fáa gagnnýtt fiskin betri, men tá talan er um portiónir, so hevur marknaðurin eina hampuliga greiða støðu. Tey vilja hava portiónir, sum eru millum 120 og 160 gram, og tær eru truplar at skera nóg snøgt, tá talan er um smáan fisk. Okkara vón er so, at vit klára at breiðka marknaðin, soleiðis at vit kunnu hava eitt betri úrslit við hesum fiskinum, staðfestir hann.