15 milliónir frá UEFA: HB og KÍ fáa flestar pengar

HB fær áleið seks milliónir krónur, meðan KÍ fær 5,4 milliónir krónur

Sambært grein á heimasíðuni hjá UEFA, so ber nú til at rokna út hvussu nógvar pengar tey føroysku feløgini fáa frá evropesisku fótbóltssamgonguni, fyri luttøkuna í Evropa í summar.

HB og KÍ standa til at fáa nógv flest pengar, umframt at tey kunnu leggja afturat skuldu tey komið víðari enn eitt umfar. HB fær áleið seks milliónir krónur fyri at blíva meistari, og síðani spæla í 2. umfari í Europa League. HB spælir móti Linfield í 2. umfari í Europa League og kann við samlaðum sigri vinna sær tvær milliónir krónur afturat.

##med2## 

KÍ hevur vunnið seg víðari úr undanumfarinum til 2. umfar í Europa League. Tað gevur samanlagt 5,4 milliónir krónur sambært tølunum hjá UEFA. KÍ spælir móti FC Luzern úr Sveis í 2. umfari í Europa League. Kemur KÍ víðari bíða eisini tvær milliónir krónur eisini í vinningi.

B36 fekk væl av pengum í fjør, tá liðið vann seg víðari til 2. umfar í Europa League. Hesa ferð gekk minni væl og liðið fær “bara” pengar fyri 1. umfar í Europa League. Tað gevur 1,8 milliónir krónur. NSÍ fær 1,6 milliónir krónur, fyri at spæla í undanumfarinum til Europa League. Her tapti NSÍ fyri Ballymena United úr Norðurírlandi.

Higartil eru komnar áleið 15 milliónir krónur fyri luttøku í UEFA-kappingum í 2019.