Niðanfyri sæst yvirlit yvir deyð í ymsum londum, og tann harðast rakti býurin í løtini, New York City.
Talið av deyðum er gjørt upp fram til klokkan 04 í morgun. Fyrra talið í klombrum er talið av deyðum fyri hvørji 100.000 fólk.
Hækkingin er uppgjørd frá klokkan 04 fríggjamorgunin til klokkan 04 í morgun. Seinna talið í klombrum vísir hækkingina í prosentum, hvussu nógv dagliga talið av deyðum er hækkað ella lækka í mun til dagin fyri.
* USA: 37.054 deyð tilsamans (11,3). 3953 deyð í 24 tímar (+75,1 prosent).
* Italia: 22.745 deyð tilsamans (37,7). 575 deyð í 24 tímar (+9,5 prosent).
* Spania: 20.002 deyð tilsamans (42,6). 687 deyð í 24 tímar (+36,6 prosent).
* Bretland: 14.576 deyð tilsamans (21,9). 847 deyð í 24 tímar (-1,6 prosent).
* New York City: 13.202 deyð tilsamans (157,4). 1725 deyð í 24 tímar (+198,4 prosent).
* Týskland: 4352 deyð tilsamans (5,2). 300 deyð í 24 tímar (+21,0 prosent).
* Svøríki: 1400 deyð tilsamans (13,7). 67 deyð í 24 tímar (-48,5 prosent).
* Danmark: 336 deyð tilsamans (5,8). 15 deyð í 24 tímar (+25,0 prosent).
* Allur heimurin: 154.209 deyð tilsamans (2,0). 9988 deyð í 24 tímar (+37,1 prosent).
Kelda: Johns Hopkins University.