Mikudagin eru tað miðnáms- og háskúlarnir, sum fáa høvi at kappast í skúlafótbólti í Marghøllini í Vági. Tilsamans eru umleið 160 næmingar. 16 lið fara at kappast í dreingjaliðum, gentuliðum og blandaðum liðum. Í mun til kappingarnar higartil, so koma hesi liðini at spæla á heilum vølli í Marghøllini, sum er ½ vøllur í mun til vanligan fótbóltsvøll.
Byrjað verður kl. 11.30 og hildið verður so áfram til umleið kl. 16.00, tá tað er greitt hvørji lið hava spælt seg til finaluumfarið, sum verður fyrst í mai 2019.
Liðini koma frá fimm ymiskum miðnáms- og háskúlum. Miðnám á Kambsdali er best umboðaður við fýra dreingjaliðum, einum gentuliði og einum blandaðum liði. Ítróttarháskúlin í Vági hevur fýra lið, eitt dreingjalið, tvey gentulið og eitt blandalið. Miðnám í Suðuroy hevur eitt í hvørjum bólki, meðan tvey blandað lið koma av Glasi og eitt úr miðnám í Vestmanna.